Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føra neyðhjálp til Moldova, Ukraina, Rumenia og Pólland

John William Joensen

Anskar og Jóhanna førdu í 2014 heili 35 tons neyðhjálp úr Føroyum til eystur Evropa.

Anskar og Jóhanna førdu í 2014 heili 35 tons neyðhjálp úr Føroyum til eystur Evropa.

Anskar greiður frá at hjálpararbeiði er sera víttfevnt.
Vit føra klæðir,brúksting, útgerð til sjúkrahús, ellisheim, barnaheim, skúlar og hava smærri verkætlanir sum suppukøk og onnur “mikroprosjektir” har vit hjálpa familjum so at hús eru tøtt og flógv tá veturin kemur eins og vit hjálpa einstøkum fólkum við at fáa heilsubót.
Eisini hjálpa vitkríggsflóttum í Ukraina eins og fólki sum eru flýdd úr Ukraina til Moldova.
Í 2015 er ætlanin at økja um hjálpina í Ukraina, Moldova og í Rumenia.
Ein 40 fót bingja er klár at senda í vikuni full av sjúkrahús útgerð og útgerð til ellisheim.
Harafturat er um ca. 2 vikur enn ein 40 fót bingja við klæðum til Moldova.
Seinni í vár ferð bingja og bussur avstað til somu lond, eins og til heystar fara bingjur og bussur avstað. Vit ferðast runt til samkomur av ymsum slag har vit hava fyrilestur um hjálpararbeiðið, so um onkur er sum hevur áhuga at vit koma á vitjan so er bert at kontakta okkum, sigur Anskar Hansen.

Til alt hettar arbeiði mangla tey hjálparfólk so um nakar vil hjálpa til so er bert at ringja til Jóhannu 221903 ella Anskar 282136