Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Foreldragjaldið lækkar 1. januar

Klaksvíkar Kommuna

Frá 1. januar 2016 lækkar Klaksvíkar Kommuna foreldragjøldini fyri dagstovna- og dagrøktarpláss.

Frá 1. januar 2016 lækkar Klaksvíkar Kommuna foreldragjøldini fyri dagstovna- og dagrøktarpláss.

Síðani 2014 eru foreldragjøldini fyri dagstovna- og dagrøktarpláss lækkaði hvørt ár, og býráðið hevur samtykt, at frá 1. januar 2016 verða gjøldini lækkaði við góðum 100 krónum afturat um mánaðan.

Hetta fer ikki at ávirka raksturin á kommunalu dagstovnunum, tí lættin verður fíggjaður við serstakari játtan frá Klaksvíkar býráð.

Umvegis leinkjuna niðanfyri sæst kunngerðin, sum sigur frá lækkingini. Kunngerðin inniheldur eisini yvirlit yvir, hvussu foreldragjøldini eru lækkaði seinastu árini.


Les kunngerðina í fílini niðanfyri: