Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Foreldur ikki greið yvir Facebook nýtslu hjá børnum

John William Joensen

Bert 2 % av teimum ungu í Danmark eru framvegis ikki við í Facebook rákinum. Tað vísir ein kanning sum er gjørd í Danmark av Medierådet for børn og unge, Institut for Menneskerettigheder, DR Medier, Brúkararáðnum og Berlingske Media.

Bert 2 % av teimum ungu í Danmark eru framvegis ikki við í Facebook rákinum. Tað vísir ein kanning sum er gjørd í Danmark av Medierådet for børn og unge, Institut for Menneskerettigheder, DR Medier, Brúkararáðnum og Berlingske Media.

Í kanningini luttóku ung millum 12 og 18 ár og foreldur at børnum og ungum millum 9 og 18 ár. Tilsamans vórðu 327 ung spurd í kanningini, og tey vórðu spurd um nýtsluna av sosialum miðlum, harímillum Facebook.
86 % av tannáringunum svaraðu, at tey vóru á netinum minst 1 ferð dagliga, meðan 38 % svaraðu, at tey vóru á netinum 5 ferðir dagliga ella oftari.

Hesi tøl samsvara als ikki við fatanina hjá foreldrunum um nýtsluna hjá børnum teirra á netinum, tí í kanningini hildu 67 % av foreldrunum at børnini bert vóru á netinum 1 ferð dagliga, meðan 26 % hildu, at teirra børn vóru á netinum 5 ferðir ella meira.

Kanningin vísir greitt, at tað er Facebook, ið er tann miðilin, sum tey ungu nýta mest. 94% av teimum ungu hava eina vangamynd á Facebook. Av øðrum sosialum netmiðlum, ið nógvir ungdómar eisini nýta kunnu nevnast Instagram og Twitter.

Tannáringarnir brúka í fyrsta syftu tær sosialu síðurnar til at lesa dagførdar støður, dáma, viðmerkja ella svara, tá vinir skriva eitt hvørt, vísir kanningin.

Sambært kanningini eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum nýta Facebook, Instagram og Twitter. Í miðal eru tað 11% fleiri gentir enn dreingir, sum nýta hesar miðlar.

Kelda: politiken.dk