Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Foreldur mugu fáa kunning um skúlastýrini

Helgi Abrahamsen

Tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru fyri á løgtingfundinum í gjár, spurdi Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um skúlastýrini.

Tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru fyri á løgtingfundinum í gjár, spurdi Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um skúlastýrini.

Jónleif Johannesen spurdi um landsstýriskvinnan hevur nakrar ætlanir um at stuðla foreldrum í at røkja uppgávuna at vera limir í skúlastýrunum. Hann vísti í hesum sambandi til skeið og aðra kunning.

Rigmor Dam svaraði rættiliga óítøkiliga. Hon segði at okkurt kunnandi tilfar er sent út og onkur ráðstevna hevur eisini verið, umframt at onkur tiltøk hava verið saman við foreldrafelagnum “Heim og Skúli”.

“Kunning hevur eisini verið á heimasíðunum hjá skúlunum og okkurt tilfar er sent heim við børnunum,” segði Rigmor Dam. Hon upplýsti eisini, at ætlanir hava verið um at havt kunnandi fund aftaná valið.

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður minti á, at umframt foreldur sita eisini umboð fyri kommunustýrini í skúlastýrunum, og tey hava sama tørv á skúling, sum foreldrini.

Rigmor Dam segði, at tað var eitt framstig, at vit fingu skúlastýri, men at tað hevur víst seg, at áhugin millum foreldur er sera lítil fyri skúlastýrisvalunum, og millum annað tí eigur øll skipanin at verða eftirmett.