Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Foreldur skrivað mótmæli til sosialunevnd hjá Klaksvíkar Býráð

John William Joensen

Fyri løtu síðan sendu foreldrini at børnum í Sodnhúsinum eitt bræv til sosialu nevnd foreldrini inniliga heita á nevndina um at endurskoða ætlaðu samanleggingina

Klaksvík tann 13. mai 2009

Foreldur at verandi børnum og komandi børnum í frítíðarskúlanum, Sornhúsið, vilja hervið gera vart við okkara misnøgd við avgerðina um at flyta frítíðarskúlan út í Húsið.

Á fundi millum foreldur í Sornhúsinum týskvøldið 12. mei varð hetta málið umrøtt. Full semja var á fundinum um, at avgerðin at flyta frítíðarskúlan er ikki nóg væl umhugsað, og ilt er at fáa eyga á sparingina, sum hevur verið førd fram sum grundgeving fyri avgerðini. Harafturat ørkymlar tað okkum enn meiri, at talan er um eina fyribilsloysn.
Og vit seta stórt spurnartekin við trygdina hjá okkara børnum, tá tey skulu ganga frá skúla til frítíðarskúla eftir Klaksvíksvegnum, har mest ferðsla er í býnum. Harafturat skal havast í huga, at flestu børn hava eitt hvørt frítíðarítriv, sum er í nærumhvørvinum, har Sornhúsið nú húsast.

Útfrá verandi upplýsingum er tað púra greitt fyri okkum, at trivnaðurin í frítíðarskúlanum eftir flytingina verður munandi skerdur. Sparingin er ivasom, og trygdin verður verri, tí farleiðin út í Húsið kann als ikki samanberast við farleiðina til Bøgøtu.

Vit skilja als ikki, at stovnsleiðarar og vit ikki eru tikin við upp á ráð í hesi tilgongd. Eisini tá hugsað verður um, at tað eru ymiskir aldursbólkar, sum upp á ymiskar fortreytir eftir ætlan koma at húsast undir somu lon.

Um einasta grundgeving er fíggjarliga sparingin, vilja vit spyrja, um myndugleikarnir hava tikið hædd fyri møguleikanum at hækka mánaðargjaldið og/ella lækka húsaleiguna í Bøgøtu, áðrenn avgerðin varð tikin?

Hetta brævið verður latið Sosialu nevnd í býráðnum, so tað kann koma við á nevndarfund í dag, tann 13. mei. Og fríggjadagin 15. mei verða undirskriftir frá foreldrunum handaðar Gunvá við Keldu, borgarstjóra.

Vit vilja inniliga heita á politiska og umsitingarliga myndugleikan at endurskoða avgerðina, sum er tikin, soleiðis at børn okkara kunnu húsast í tryggu og vælvirkandi karmunum í Sornhúsinum í Bøgøtu.

Vinarliga

Avvarðandi foreldur í Sornhúsinum

Harleyfacadeacryl