Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forferdiligt tvætl

John William Joensen

er viðmerkingin hjá Annfinn Kallsberg, í samband við at Umboðsráðsformaðurin í SEV í opnum brævi sigur at Fólkaflokkurin roynir at taka valdið í SEV

Hans Tausen Olsen, skrivar m.a.:
… Millum umboðsnevndarlimir frætti eg, at tað serliga eru fólkaflokksmenn, sum æla at nýta rumblið í SEV fyri at "fólkaflokkurin aftur kann fáa valdið á SEV" Hettar er eisini orsøkin til, at fólkaflokksmenn í hesum døgum ganga runt í Suðurstreymoy og rópa, at "nú mugu vit standa saman um Leivur"….

Tvætl sigur Annfinn
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Annfinn Kallsberg skilir ikki útsøgnirnar hjá formanninm í SEV, Hans Tausen Olsen.
– Eg má siga sum er at eg kenni einki til hetta sum formaðurin fyri umsjónarráði hjá SEV førir fram. Fólkaflokkurin hevur so ikki verið í samband við nakran um hetta málið, og harafturat er SEV ein kommunalur felagsskapur.
– Fólkaflokkurin eigur nøkur umboð í umsjónarráðnum, men hesi eru vald av kommunustýrunum  at umboða seg. Eg gangi út frá at tað hava verið onnur enn bert fólkfloksfólk sum hava valt hesi umboðini.
– Eg tulki hetta sum eina disperata útsøgn, og havi ilt við at taka hana fyri fult.
– So vítt sum eg veit so eru hvørki Leivur Hansen (stýrisformaður) og Hans Tausen Olsen (umboðsráðsformaður) fólkaflokksmenn.