Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkanningar til tunnil norður um fjall

Oliver Joensen

Landsverk ger í hesum døgum kanningar norðuri í Svartadali. Hetta eru forkanningar til møguligan tunnil til Hvannasunds.

Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur sigur, at maskinurnar, sum lógu við grótbrotið á Strond og sum skuldu flúgvast norður í Svartadal, eru ætlaðar at gera kjarnuborðingar fyri einum møguligum komandi tunnli úr Svartadali og til Depils. Vit hava gjørt geologiskar kanningar og nú eru so kjarnuborðingarnar eftir.
Tunnilin til Depils er liður í ætlaðum nýggjum vegasambandi til Viðareiðis.
Meira í Norðlýsinum fríggjadagin.