Í gjár skipaði Klaksvíkar kommuna fyri einum Kloakk-temadegi í Skálanum í Klaksvík. Umleið 120 fólk luttóku, bæði vegna kommunu, vinnulív, ráðgevarar og vanlig áhugað fólk. Kristoffur Olsen, samskipari, greiðir her soleiðis frá um óvanliga tiltakið.
– “Vit gjørdu eitt samstarv við eina danska fyritøku, sum eitur Orslev, ið hevur verið í Føroyum fyrr, serliga í sambandi við Landssjúkrahúsið um alt kloakkarbeiði har. Her í Klaksvík hava vit staðfest, at ein øgiliga gomul kloakkleiðing, sum liggur við Kráargøtu, hevur fingið smávegis snuddir. Vit hava gjøgnumlýst hana, og í tí sambandinum bóðu vit um eitt tilboð frá donsku fyritøkuni um at fóðra kloakkina. Fyritøkan spurdi okkum, um tað ikki var skilagott at skipa fyri eini ráðstevnu ella temadag, og tað er so tað, sum er farið fram í Skálanum í gjár.”
Á ráðstevnuni ella temadegnum vóru 5 ymisk upplegg. Eitt innslag var frá SMJ, eitt frá Umhvørvisstovuni, eitt frá kortskipanini Munin, og hartil var innslag frá danskari fyritøku.
Tað, sum hevur fest seg best hjá Kristoffuri, og sum hann heldur Klaksvíkar Kommuna eigur at fokusera uppá, er, hvussu umráðandi tað er at hava góða kloakkskipan og vera tilvitað um, at hóast vit fáa sóttreinsað vatn úr kranunum, so fer spillvatnið skitið út á sjógv. Tað er ikki nóg mikið at hava septiktangar, sum taka versta skarnið; vit eiga at reinsa spillvatnið eisini. Tað kom fram í einum av innleggunum, at tað spillvatnið, sum fer út á firðir og sund í Føroyum, ikki fer nógv víðari, og harvið fáa vit dálkaðar firðir og sund. Spillvatnið fer gamaní út til havs, men ein stórur partur rekur inn aftur, haðani tað kom.
– “Tær sápur og annað, sum føroysku húsarhaldini brúka, og sum fer á sjógv við spillvatninum, er ikki gott fyri náttúruna ella umhvørvið. Tey upploysast ikki av sær sjálvum, og mong av teimum eru drúgva tíð um at verða niðurbrotin. Tí eiga vit í Føroyum at hugsa um at fáa lívfrøðilig ella biologisk reinsiverk”, sigur Kristoffur, men viðurkennir, at tað kostar nógv.
Kristoffur Olsen sigur eisini, at í sambandi við tað spillvatnsarbeiði, teir gera nú, har rottangar verða burturbeindir, so fara teir inn á matriklarnar hjá fólki eftir rottangunum og binda húsini í eina nýggja kloakkskipan, men har vísir tað seg ofta, at undir betongkjallaragólvunum í hølum, sum ofta eru innrættað til t.d. kømur ella skrivstovur, liggja gomul betongrør og leiðrør. Tá ið Kristoffur og teir hava verið og tikið rottangar, so eru javnan trupulleikar við lukti, tí at septikktangin hevur fungerað sum ein “buffari”, meðan síðani kemur trekkur inn í rørini.
– “Skulu tey smáu rørini eisini takast burtur, so mugu hesi rúmini, sum kanska eru kømur í íbúðum, brótast upp. Til at gera tílíkt arbeiði verða fyritøkur sum Elcon og Fílurin nevndar. Tey gera metingar um standin, so kundin hevur nakað at ganga út frá, og so er lættari at biðja um tilboð frá veitara. Tað kann eisini vera, at politiski myndugleikin hyggur at tí og enntá sigur, at teir eru sinnaðir at brúka nakað av peningi til arbeiðið.
Annars heldur Kristoffur Olsen, at spillvatnsleiðingarnar í Klaksvík eru í hampiligum standi, serliga eftir at teir nú hava arbeitt málrættað við teimum síðani 2011. Har er framvegis nakað eftir at gera, og tað eru serliga betongrørini, tað snýr seg um. Tað eru serliga tey rørini, ið vórðu løgd seinast í 1960’unum og fyrst í 1970’unum, ið treingja til at verða skift nú. Eftir tað er tað mesta av rørunum plastikk, verður sæð burtur frá áunum.



