Koncert v/fangakórinum 15. august kl. 15.00
Leygardagin, 15. august fáa vit forkunnuga vitjan í Christianskirkjuni.
I tíðindaskrivinum frá Vridsløselille Statsfængsel verður upplýst, at í hesum kóri syngja menn, sum sita inni í fleiri ár fyri brotsgerðir. Sangur og tónleikur hevur nógv at týða fyri teir, sum sita inni – í kórinum uppliva teir gleði og felagsskap, og tilveran gerst ljósari og lættari – . Ein framførðsla uttanfyri rimarnar gevur teimum nakað at síggja fram til, og jaligar afturmeldingar frá áhoyrarum gevur teimum trúnna uppá, at teir fáa ein møguleika afturat. Framførðslan er merkt av “teirra prædikum”, teir skriva tekstirnar til fleiri av sangunum sjálvir, og deila sostatt gjøgnum sangin, hvat teir hava uppá hjarta. Vit kunnu vænta eina ørðvísi kóruppliving enn vanligt, talan er um “ráar mannsrøddir”, sum syngja fyri lívinum, verður sagt. Og tað er júst hetta eyðkenni, sum gevur tann stóra eftirspurningin eftir kórinum. Teir syngja egnar, og aðrar kendar sangir – teirra sangur nemur við hvønn einstakan áhoyrara á ein serstakan hátt – .
Kórleiðari er Louise Adrian – hon fekk í 2008 “Spil Dansk Dagens Ildsjælspris”, tí hon gjøgnum hetta arbeiði hevur víst, hvussu tónleikur kann broyta menniskju. Kórið hevur sungið handan rimarnar í skjótt 20 ár, og hevur staðið fyri fleiri útgávum, m.a. “Forbryderalbummet 2004”, sum gjørdi kórið serliga kent.




