At førleikamennast er ein sera týðandi partur av tínari tíð á arbeiðsmarknaðinum. Tú byrjar við læruplássið ella skúling, og kemur síðani út á arbeiðsmarknaðin grønur og óroyndur. Ígjøgnum títt arbeiðslív broytist samfelagið, arbeiðsplássið og títt egna starv. Tað er tí altíð neyðugt at fylgja við menningini.
Førleikamenning er neyðug fyri at tú kann at menna teg í samsvar við broytingarnar rundan um teg. Vit sum starvsfólk hava ein part av ábyrgdini at vísa á hvar menning er neyðug. Arbeiðsgevarin hevur tó eina størri ábyrgd at viðlíkahalda og menna vitan og førleikar hjá starvsfólkinum. Tað má vera í hansara stórsta áhuga, at settu starvsfólkini, eru so kompetent sum gjørligt, so uppgávurnar vera loystar á besta hátt.
Í Starvsmannafelagnum hava vit langtsíðani sæð avbjóðingina í hesum. Tí hava vit eisini í áravís havt orðingar í sáttmálunum, sum hava til endamáls at fáa gongd á eina miðvísa førleikamenning av limum okkara. Arbeiðsgevarin hevur skriva undir sama sáttmála, og mett orðingarnar at vera skilagóðar.
Men her kemur einki munagott burturúr. Vit síggja onga miðvísa ætlan, hóast vit hoyra okkara limir rópa eftir førleikamenning. Hví man hettar vera so? Er tað ov møtimikið at seta orðingarnar í verk, ella er tað pengar sum mangla?
Eg vil sum formaður í Starvsmannafelagnum fáa sett skjøtil á eina miðvísa førleikamenning av okkara limum. Arbeiðsgevarin skal dragast við og taka aktivt lut í ætlanunum, og eisini fíggjarliga ábyrgdast.
Førleikamenning skal síggjast sum ein góð íløga og ikki sum ein órógvandi útreiðsla hjá arbeiðsgevaranum. Hann má tora at gera hesa íløguna, hóast váðin er, at førleikament starvsfólk finna sær onnur størv. Maður kemur í mans stað.
Í síðsta endað er hettar ein vinn-vinn støða, har starvsfolkið verður ment og nøkt, arbeiðsgevarin fær dugnalig starvsfólk at loysa uppgávurnar, og samfelagið sum heild fær betri tænastur frá almenna geiranum.
Tí er førleikamenning av stórsta týdningi, og ætli eg at arbeiða fyri at fáa føgru orðingarnar í sáttmálanum gjørdar til veruleika
Gev tí mær tína atkvøðu á formansvalinum til Starvsmannafelagið.
Niels á Reynatúgvu
Valevni til formansvalið í Starvsmannafelagnum




