– Parkeringsviðurskiftini í Klaksvík eru katastrofal og skulu vit betra um hetta er neyðugt at bogarar og kommunan arbeiða saman, sigur Hans Arne Bertholdsen
Formaðurin í ferðslunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at støðan viðvíkjandi parkering av bilum og lastbilum í Klaksvík er katastrofal.
– Hetta ávirkar eisini ferðsluna í býnum og hugburðurin hjá fólki er við tíðini vorin tann at tey parkera har tey sjálvi finna fyri best, og eg má viðganga at eg geri tað sama.
Innbjóðing til samstarv.
Í ferðslunevndini sita umframt formannin, Hans Arna Bertholdsen, Hans Djurhuus og Gunnley Dánjalsson.
– Vit hava tosað um at sett ein parkeringsvørð, men áðrenn tað kann gerast mugu karmarnir fáast í lagið. Her meini eg við at vit kunnu ikki byrjað at útskriva bøtur uttan so at vit hava økir at vísa á til parkering.
– Vit hava í hesum sambandi funnið øki har lasbilar kunnu standa uttan at vera til ampa fyri búseting ella ferðslu.
– Eg vil eisini heita inniliga á fólk um at hyggja nærri eftir teirra egnu parkeringsviðurskiftum.
– Tey sum hava møguleika til at hava bilin inni á egnum stykki eiga at fáa hetta í lag og tey sum ikki hava henda møguleika kunnu seta seg í samband við okkum soleiðis at vit í felag kunnu finna eina nøktandi loysn.
– Vit arbeiða við at gera parkeringsøkir kring um í býnum. M.a. niðan fyri sjómansheimið, á Stoksoyravegnum, Kjalarvegnum og aðrastaðni.
Ferðsluforðingarnar
Hans Arne Bertholdsen sigur at ferðslunevndin eisini arbeiðir við at umskipað ferðsluforðingarnar sum eru á ávísum støðum í býnum.
– Tey sokallaði "bumpini" vera tikin burtur og annað slag av ferðsluforðingum kemur ístaðin sum er meira tíðarhóskandi og sum er betri fyri allar partar.
– Men stórsti trupuleikin í ferðsluni í løtuni er parkeringsviðurskiftini. Skal hesin trupulleikin loysast er neyðugt við samstarvi millum kommununa og borgarnar, sigur Hans Arne Bertholdsen




