Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tók í dag avstand frá mótmælis tiltakinum, sum Fiskimannafelagið og Navigatør- og skiparafelagið o.o. skipað fyri í morgin. Hetta hóast nevndin í felagnum hevur mælt frá at samtykkja nýskipanar uppskotið hjá landsstýrinum.

Sum Norðlýsið skilir eru nevndarlimirnir í Føroya Maskinmeistarafelag sera misnøgdur við formannin í felagnum, sum hevur koyrt solo í hesum málinum, og komið við útsagnum sum ikki eru umboðandi fyri meirilutan í nevndini.
Í KVF í dag harmast Hans Ingvard Joensen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum,um støðuna hjá felagnum, og heitir á limir um at møta upp til mótmælistaltakið.
Sum skilst fara fleiri skipsmanningar til Havnar í morgin at mótmæla.