Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin í Team Klaksvík: Pínlig støða

Jákup Ósá

Formaðurn í Team Klaksvík dylir ikki fyri, at hetta var ein pínlig støða, sum Team Klaksvík kom í, tá dysturin í kvøld mátti útsetast vegna veður.

– Hetta er eitt stórt vónbrot. Team Klaksvík fær einki gjørt, tí hetta er borðið hjá kommununi. Vit fingu lovað í summar, at hallirnir fóru at fáa ábøtur, men einki er hent. Í fjør var eisini eitt tíðarskeið, har vit ikki kundu spæla á heimavølli og eina heimadystin spældu vit enntá í Hoyvík. Tá høvdu vit einki at spæla fyri, men eina slíka støðu kunnu vit ikki góðtaka í ár. Nú hava vit eitt gott lið, sum serliga á heimavølli kann vinna á øllum, sigur Heri Johnsson, ið er formaður í Team Klaksvík.

Kundi verið hent fyrr

Formaðurin sigur, at tað er heppið, at hetta ikki er hent fyrr í hesum kappingarárinum.

– Vit hava vant og havt fleiri handkløð á vøllinum, meðan venjingarnir hava verið, tá tað hevur regnað. Og so hava leikararnir verið noyddir at ansa eftir, hvar teir hava runnið fyri at umgingið skaðar. Tá dystirnir hava verið, so hevur tað ofta verið turt, so vit hava verið hepnir, tí hetta kundi hent fyrr. Í dag ætlaði eg at ringja til HSF og siga, at tað var ikki spælandi, tí taå bleiv lovað sama veður í kvøld. Men so frætti eg, at fyribils umvælingar møguliga blivu gjørdar í dag, men hetta bleiv eisini av ongum. So mín áheitan á kommununa er at fáa hetta í ordan, tí tað gongur útyvir øll ítróttarfeløgini í hallunum, sigur Heri Johnsson við nordlysid.fo.

Seinni í kvøld hevur nordlysid.fo samrøðu við borgarstjóran Jógvan Skorheim fyri at frætta, hví støðan er sum hon er og um nøkur loysn er á veg.