Hetta er størsti hondbóltsdagur í Klaksvík í mong ár, sigur Óli á Gravarbø formaður í Team Klaksvík. Hann væntar fulla høll í kvøld
Hondbólturin í Klaksvík er á veg fram. Hetta er fyrstu ferð at Team Klaksvík er í semifinaluni. Nú hava vit nátt eitt mál hjá felagnum, sum var at røkka semifinalurin. Og nú vit standa her, vilja vit longur fram á leið, sigur formaðurin.
Vit royna at skapa góðar karmar, vit skalerað tað heila upp. Eg vænti at síggja fulla høll, klaksvíkingar eru óførir at møta upp og eg vænti eisni nógvar hoyvíkingar, sigur Óli.
Tað eru tvær inngongir og vit hava terminalar, upplýsir Óli.
Dysturin verður í Badmintonhøllini og byrjar kl. 18.30.


