Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin um støðuna í ÍF

Jákup Ósá

Leif André Eliasen greiðir frá, hvør fyribils tekur yvir í ÍF og um avgerðina hjá Jógvan Martin Olsen at siga upp sum venjari.

Leif André Eliasen greiðir frá, hvørfyribils tekur yvir í ÍF og um avgerðina hjá Jógvan Martin Olsenat siga upp sum venjari.

Í dag boðaði in.fo frá tíðindunumum, at ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen hevði sagt seg úr starvi.Orsøkin var, at hann ikki sá nóg nógv úrslit eftir arbeiðifyrstu mánaðirnar í ár.

ÍF leiðslan fer nú at viðgeraspurningin um, hvør skal vera venjari hjá liðnum framyvir, tíformaðurin í felagnum, Leif André Eliasen, staðfestir, at ÍFleiðslan ongar ætlanir hevði um at siga Jógvan Martin úr starvi.

– Tað kemur kanska eitt sindur óvæntaðá, at hann hevur sagt upp. Men hinvegin, so skilji eg hann væl, táman hyggur eftir gongdini hjá liðnum. Vit høvdu tó ongar ætlanirum at siga hann út starvi, tí vit hava verið væl nøgdir viðJógvan Martin sum venjara. Tað vísir seg at vera ein avbjóðingat vera venjari hjá ÍF, tí hóast gott fólk, eftir okkara tykki,so hevur tað ikki koyrt væl síðani 2013, so tað er trupult at siga, hvat er galið, sigur Leif AndréEliasen við Norðlýsið.

Hann sigur, at Jákup Mikkelsenfyribils verður høvuðsvenjari.

– Jákup er hjálparvenjari og taðliggur í kortunum, at hann tekur yvir so leingi sum vit viðgeravenjaraspurningin. Vit fara nú undir at viðgera støðuna, har vitskulu finna eina loysn fyri restina av kappingarárinum. Vit fara tóikki at taka nakra støðu í panikki, so eg dugi illa at siga,hvussu long tíð gongur áðrenn vit hava funnið eina endaligaloysn, sigur Leif André Eliasen við Norðlýsið.