Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Føroya Tele, váttar at uppsagnir eru á veg, men vildi ikki siga hvussu nógvar og vísti til stjóran í Føroya Tele
Hákun Steingrímsson, nevndarformaður fyri Føroya Tele, váttar at í løtuni er leiðslan í Føroya Tele í ferð við at kontakta tey sum verða uppsøgd. Men hann vildi ikki siga nakað um hvussu nógv verða uppsøgd.
Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, er framvegis á fundi




