Alt er ikki ljósareytt í Fótbóltssambandinum. Ónøgdin breiðir seg millum formenninar
Vit vóru nakað óneyvir ígjár, tá vit skrivaðu at formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum savnaðust á fundi í Fuglafirði uttan starvsnevndina. Vit skrivaðu at formenninir vóru ónøgdir við fígging av multihøllí í hoyvík, men tað er ikki rætt.
Málið snýr seg um 30 milliónir til útbyggjan av Svangaskarði.
Vit hava tosa við onkran, sum luttóka á fundinum í gjár, men sum vildi verða ónevndur.
Norðlýsið hevur fingið uppspurt, at ónøgdin hjá formonnunum snýr seg um, at starvsnevnin hevur fingið mál um 30 milliónir til útbyggjan av Svangaskarði ígjøgnum á fundi undir punktinum “Annað”. Kenslan millum formenn er, at málið er ov illa viðgjørt og verður “sníkt” ígjøgnum, sum keldan málbær seg.
Síðani veit Norðlýsið eisini, at formenninir eru ónøgdir um leistin og samskifti, tá Håkan Erikson, landsliðsvenjari varð settur 2 ár aftrat.



