Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formansskifti í KSF

John William Joensen

Tíðindaskriv frá KSF: "Í morgin, mikudagin 5. januar hevur Kommunusamskipan Føroya, KSF fyrsta stýrisfundin í hesum valskeiðnum. Stýrið skal á fundinum m.a. velja nýggjan stýrisformann og næstformann."

Umframt tað skal stýrið eisini velja starvsbólkaformann og 3 umboð í Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Jógvan Krosslá, fyrrvernadi borgarstjóri í Vági hevur seinastu 4 árini verið formaður í KSF.  Hann fer á fundinum formliga at lata nýggja formanninum sessin.
Í sambandi við formansskiftið verður høvi hjá umboðum fyri fjølmiðlarnar at fáa orð á fyrrverandi og komandi formannin millum kl. 10.30 og 11.00.
 
Vinarliga vegna stýrið í KSF
Ingibjørg Berg
Aðalskrivari
 
Kommunusamskipan Føroya