Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formula er aftur ársins Xerox-umboð

Tíðindaskriv

Formula er á samkomu í London aftur kosin ársins Xerox Partner of the Year í kapping við onnur umboð úr øllum Norðurlondum. Formula er ein av fáu fyritøkunum, sum hava vunnið hendan heiðurin tvær ferðir. Formula fekk eisini heiðurin í 2012.

Heiðurin verður latin eina ferð um árið til eitt umboð, ið hevur klárað seg serliga væl.

Ian Mitchell, Bengt Ceder og Wilco van Bezooijen úr leiðsluni í Xerox Evropa, handaðu heiðurin. Kim Ejdesgaard, Torkil Strøm og Atli Hentze tóku móti. Xerox-umboð úr øllum Norðurlondum vóru til staðar undir handanini.

Kim Ejdesgaard, leiðari á prentdeildini á Formula, sigur, at kundatænastan er avgerandi:

Vit vita, at prent og avrit ikki eru høvuðsuppgávurnar á skrivstovunum kring landið, men tað er neyðugt at hesi rigga, sum tær skulu, so kundin kann hugsavna um tað, ið hevur týdning fyri teirra fyritøku.

Formula hevur drúgvar royndir við Xerox prent- og kopimaskinum. Fyritøkan hevur nú í fleiri áratíggju ár veitt Xerox-prentarar og kopimaskinur til føroyskar fyritøkur og stovnar.