Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: AB – KÍ: AB vann 3-1 á KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir at KÍ hevði lagt seg framum 1-0 í fyrra hálvleiki við máli, sum Kristoffur Jakobsen skoraði, tók AB yvir og skoraði 3 mál og vann sostatt 3-1.

Eftir ein rímiliga javnan fyrra hálvleik vísti KÍ ikki nógv gott spæl í seinna hálvleiki.

Hinvegin var greitt, at AB stríðist fyri lívinum í Formuladeildini, og tað var kanska orsøkin til, at teir vóru grammari enn KÍ, serliga í seinna hálvleiki.

Kristoffur Jakobsen gjørdi eitt flott einmansavrik í áleið 20. minutti, tá hann fór ígjøgnum AB-verjuna og síðan skoraði til 1-0

AB javnaði til 1-1 við máli, sum Allan Mørkøre skoraði og mitt í seinna hálvleiki legði AB seg framum 2-1 við máli av Rógva Poulsen.

AB hevði trýstið í seinna hálvleiki, og hevði tað ikki verið fyri onkra heilt góða bjarging av Meinhardi í KÍ-málinum, so hevði støðan kunna verið verri fyri KÍ.

Tá áleið 20 minuttir restaðu, varð Høgni Madsen skiftur inn fyri Gunnar Nielsen, samstundis sum Kristoffur Jakobsen flutti fram í álopið at leika.

Støðan bleiv eitt sindur vónleys hjá KÍ móti endanum av dystinum, tá dómarin gav Símuni Joensen tað seinna gula kortið fyri eina harða takling. Hetta útloysti eitt reytt kort, og so vóru KÍ niðri á 10 monnum.

Stutt eftir hetta skoraði AB til 3-1, sum bleiv endaliga úrslitið.