Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: HB-AB 4-0: AB mátti lúta fyri HB

Norðlýsið ÍTROTTUR

Týskvøldið vann HB 4-0 á botnliðnum AB, so nú er greitt, at bæði botnliðini í Formuladeildini taptu sínar dystir hetta leikumfarið.

Fyri KÍ, sum í løtuni liggur triðniðast á stigatalvuni í Formuladeildini, hevur tað týdning, hvussu úrslitini laga seg hjá liðunum, ið liggja undir KÍ á talvuni.

Sum kunnugt gjørdi KÍ sín part fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarvandanum við at vinna heimadystin ímóti Skála, og nú er greitt, at bæði nr. 10, VB/Sumba, og nr. 9, AB, hava tapt sínar dystir hetta umfarið, tvs. at KÍ í hesum umfari er farið 3 stig burtur frá niðurflytingarmøguleikanum.

VB/Sumba gav EB/Streymi stóra mótstøðu sunnudagin, men mátti at enda taka til takkar við einum sera teprum 1-2 ósigri.
Hinvegin gjørdi AB ikki nógv um seg hetta umfarið týskvøldið ímóti HB, sum vann dystin 4-0 við trimum málum av nýheimkomna Andrew av Fløtum. Seinasta málið gjørdi Milan Kuljic.

Stigatalvan í Formuladeildini sær nú soleiðis út:

NSÍ       38 stig – 17 dystir
B36      34 stig – 16 dystir
EB/S     32 stig – 17 dystir
HB        27 stig – 17 dystir
Skála    23 stig – 17 dystir
GÍ         23 stig – 17 dystir
B71      21 stig – 16 dystir
KÍ         18 stig – 17 dystir
AB        10 stig – 17 dystir
VB/S     10 stig – 17 dystir

Næsti dystur hjá KÍ er ímóti GÍ í Gøtu sunnudagin.