Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: ÍF-KÍ 2-2 (1-0): Javnleikur í Fuglafirði

John William Joensen

Samanumtikið eiga klaksvíkingar at vera nøgdir við javnleik í Fuglafirði sunnudagin.

KÍ hevði eina heldur trilvandi byrjan í Fuglafirði sunnudagin. Góði hugburðurin, sum liðið vísti ímóti HB í Klaksvík, var als ikki tikin við til Fuglafjarðar, har ÍF átti so at siga alt í fyrra hálvleiki.

Støðan var alt annað enn góð, tá ið ÍF kom á odda við einum sera góðum málið, sum bleiv spælt upp gjøgnum høgru síðu.
Hetta var, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, og málskjútti var Sasa Jovanovic.

Hálvleiksstøðan var 1-0, men beinanvegin í seinna hálvleiki var hugburðurin hjá KÍ munandi betri. Trýstið var meira samskipað, og leikarar royndu at spæla skjótan álopsfótbólt.

Útjavnandi málið kom stutt inn í seinna hálvleik – eftir hornaspark.

Ovi Nysted var hægstur og skallaði bóltin í málið. So var 1-1.

Málið skelkaði fuglfirðingar, og hetta gav pláss til KÍ, sum hevði nakrar væl spældar málmøguleikar. Eitt nú kom Heðin á Lakjuni at standa púra einsamallur við málverjanum, sum bjargaði skotinum.

Innskifti Steffan Kalsø rørdi leðurkúluna fyrstu ferð, tá ið hann skoraði til 2-1. Hetta var eftir uppspæl í vinstru síðu, har Rodrigo legði bóltin inn fyri, og Steffan stýrdi við høvdinum í longra hornið – og so birtist vónin fyri einum KÍ- sigri.

Nú vóru bara 12 minuttir eftir at leika, men leiðslan helt sær ikki.

Seinastu 10 minnuttirnar bardust fuglfirðingar fyri útjavnandi málinum, og KÍ datt longur aftur á vøllin. Seinastu fimm minnuttirnar hevði KÍ truplt við at fáa bóltin út úr brotsteiginum.

Eftir hornaspark setti Bartal Eliasen bóltin í netið, og so var støðan 2-2.

Beint fyri leiklok hevði ÍF m.a. tvey fylgjandi skot á tvørtræið.

Týðandi stig
Tað hevur stóran týdning, at KÍ fótar sær eftir eina sera trupla byrjan – og vónandi er javnleikurin í Fuglafirði við til at stimbra trúnna hjá KÍ liðnum.

Eisini var gott at síggja Jan Andreasen aftur á liðnum, og tað gjørdi mun á miðvøllinum, tá ið hann varð settur inn í seinna hálvleiki.

Næsti dystur hjá KÍ er mikukvøldið í Klaksvík móti B71 klokkan 18:00.

Koyr á KÍ