Í kvøld, mikukvøldið, klokkan 18:00 bríkslar dómarin ein sera avgerandi dyst í gongd við Djúpumýru millum botnliðini KÍ og AB.
Liðið, sum vinnur dystin í kvøld, verður oman fyri niðurflytingarstrikuna eftir dystin, so talan er veruliga um ein gysara, hóast hann er í tí skeiva endanum av stigatalvuni.
AB hevur styrkt sær liðið munandi síðan seinast, tá hesi liðini møttust á Argjum.
Tann dystin vann KÍ 3-1.
Hinvegin hevur KÍ víst góðar taktir í tveimum teimum seinastu dystunum, sum hava verið ímóti svenska Hammarby IF.
Veðrið er gott í dag, so roknast kann við nógvum áskoðarum, bæði lokalum og av Argjum.
KOYR Á KÍ !!!




