Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-B71 2-1 (2-1): So vann KÍ sín fyrsta Formuladyst í 2008

Norðlýsið ÍTROTTUR

Umsíðir eydnaðist tað KÍ, í fjórða umfari, at vinna ein dyst í Formuladeildini, tá ið liðið við Djúpumýru vann uppiborið 2-1 á einum B71-liði, sum serliga í 2. hálvleiki var ógvuliga tamt og lítið álopshugað.

Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur, har KÍ tó hevði samanlagt yvirtakið, og tað var tí í tráð við leikgongdina, at heimaliðið í hálvleikinum var frammanfyri 2-1, eftir at B71 hevði lagt seg fram um 1-0 longu í 4. minutti við máli av Tummas Paula Olsen.

Í 13. minutti javnaði Rodrigo Silva til 1-1, og í 39. minutti skoraði Ovi Nysted eitt perlumál beinleiðis upp á fríspark til 2-1 til KÍ.

Harley og Jan
aftur á liðnum

KÍ-liðið var eitt sindur umskipað í mun til dystirnar frammanundan.

Jákup í málinum, Ovi og Curcic í miðverjuni.

Harley var aftur á høgra bakki, meðan Símun framvegis var á vinstra bakki

Nýggjur sum verjukendur miðvallari var Jan Andreasen, og framman fyri hann mitt á miðjuni vóru Kristoffur og Kristian á Lakjuni.

Nýggjur sum høgri vongur var John Hammer, sum higartil hevur leikt á høgra bakki, og hinumegin á vinstra vongi leikti Heðin á Lakjuni.

Rodrigo var einsamallur fremstur í álopinum.

KÍ yvirvág í
2. hálvleiki

Serliga ímóti endanum av fyrra hálvleiki fekk KÍ leikliga yvirvág, og seinni hálvleikur byrjaði á júst sama hátt, har meginparturin av spælinum gekk fyri seg á B71-hálvuni.

Longu í 1. minutti skeyt John Hammer eitt skot á uttaru síðu av stongini eftir uppspæl úr vinstru síðu.

Fyrsta B71-skotið á KÍ-málið kom í 10. minutti, tá ið ein av útlendsku leikarunum skeyt úr umleið 30 metrum eitt hart og gott skot, sum Jákup jústaði út til hornaspark.

KÍ-trýstið tóktist at halda fram. Eitt nú vann KÍ eitt hornaspark minuttin eftir, sum endaði við einum langskoti frá tí væl leikandi Jan Andreasen, sum fór væl omanfyri málið.

Ovi út við
lærskaða

Í 15. minutti av seinna hálvleiki fekk Ovi trupulleikar við lærvødda, ið sum skilst fyrr hevur argað, og hann mátti tí skiftast út. Inn fyri hann kom Eli Simonsen, sum kom inn á miðvøllin, samstundis sum Jan Andreasen flutti aftur í miðverjuna.

Fyrstu løtuna eftir hetta tóktist B71 at koma longur fram á vøllin og høvdu onkra royndina inn fyri KÍ-málið.

Nú gekk spælið rættiliga javnt á báðar vegir uttan at nakað av liðunum hevði yvirtakið.

Nøkur góð
KÍ-langsko
t
Í 24. minutti spældi KÍ seg sera væl ígjøgnum B71 verjuna, har John Hammer stakk bóltin fram til ein frían Rodrigo, men onkursvegna rakti hann ikki bóltin í skotroyndini.

Tá ið 30. minuttir vóru farnir, hevði KÍ framvegis nakað av yvirvág í spælinum uttan tó at hava spælt seg fram til teir heilt stóru málmøguleikarnar.

Hinvegin hevði B71 als ikki hótt KÍ-málið til ta tíð í seinna hálvleiki.

Í 34. minutti vístí ungi Eli Simonsen, at hann hevur eitt gott skot, tá ið hann við vinstra beini skeyt eitt sera hart og gott langskot, sum málmaðurin mátti strekkja seg at jústa út til hornaspark.

Í 37. minutti varð Álvur Christiansen settur inn fyri John Hammer á høgra vongi.

Aftur í 38. minutti var góða skotið hjá Eli upp á spæl, tá ið hann sendi eitt fríspark beinleiðis á B71 málið dygst úti við stongina, men málmaðurin tveitti seg og bjargaði út til hornaspark.

KÍ-brotsspark
langt uppum

Seinastu 5-7 minuttirnar av dystinum byrjaði B71 fyri fyrstu ferð í hesum hálvleikinum at vakna til álopsleik, men hetta var tó ikki meira enn hálvhjartað, tí KÍ hevði onkur álop hesa løtuna, og teir allar seinastu minuttirnar tók KÍ aftur yvir spælið, sum framvegis fyri tað mesta gekk fyri seg á B71-hálvuni.

Í seinasta minutti av vanligu leiktíðini vann KÍ brotsspark eftir eitt sera gott álop, sum Kristoffur var upprunin til, tá ið hann fintaði seg ígjøgnum brotsteigin, og eftir samanspæl varð Kristian á Lakjuni feldur, men Símun Joensen skeyt langt uppum úr teimum 11 metrunum.

Í yvirtíðini varð Steffan Kalsø settur inn í KÍ-álopið fyri Rodrigo, samstundis sum KÍ vann enn eitt hornaspark, sum endaði við einum skallara við síðuna av málinum.

Eftir 5 minuttir yvirtíð bríkslaði dómarin dystin av, og KÍ hevði vunnið sín fyrsta dyst í Formula-deildini í 2008.

Stutt um dystin:
Eitt sindur undrunarvert fyri hendan dystin var, at B71, serliga í seinna hálvleiki vísti merkiliga lítlan hug til framrættaðan leik, hóast liðið var aftanfyri 1-2. Samstundis tóktist KÍ munin tryggari í verjupartinum enn higartil í árinum, har teir bláu støðugt vóru á kroppinum hjá teimum gulu, so teir ikki fingu frið og náðir til álopsspæl, og hetta var óivað viðvirkandi til KÍ-yvirvágina.