Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ – Skála 1-0 (1-0): Ein týðandi arbeiðssigur

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ-ararnir gjørdu tað, sum var neyðugt: teir vunnu dystin, og so er ikki so nógv at tosa um afturat, tí dysturin var ikki væl spældur, og veðrið hjálpti heldur ikki til.

KÍ fekk ta ynsktu byrjanina í seinnu hálvu av Formuladeildarkappingini.
Sigurin á Skála við Djúpumýru leygardagin var ógvuliga avgerandi fyri fortreytirnar í teimum komandi dystunum, tí hann gav KÍ ta luftina, sum er so týðandi fyri sjálvsálitið í komandi dystum, ið sjálvandi eisini verða týdningarmiklir at vinna.

Við sigrinum lyfti KÍ seg 3 stig longur frá niðurflytingarstrikuni – í øllum førum fyribils, til hini botnliðini hava spælt sínar dystir – og harumframt nærkaðist liðið teimum liðunum, sum liggja í miðjuni á stigatalvuni.

Um vit hinvegin hyggja at sjálvum spælinum í dystinum ímóti Skála, so var tað ikki tað mest áhugaverda, sum hevur verið at sæð við Djúpumýru í ár.

Til leikaranna verju skal tó leggjast afturat, at teir júst eru komnir aftur úr summarsteðginum, og eitt annað, sum sjálvandi hevurs sína ávirkan á stevið og samanspælið, er, at onkrir nýggir leikarar eru komnir afturat inn á liðið, sum nátúrliga skulu hava tíð til at finna seg til rættis á liðnum og á undirlagnum, sum spælt verður á.

KÍ yvirvág
í spælinum

Meginpartin av dystinum ímóti Skála hevði KÍ rímiliga greiða yvirvág í spælinum – tó so at Skála til tíðir gjørdi onkran vørr og hevði atsóknir á KÍ-málið.

Samanlagt mundi KÍ hava eini 10 royndir á Skála-málið, harav helvtin rakti málið, meðan Skála hevði samanlagt 6 málroyndir, harav helvtin rakti mál.

Harumframt gjørdi KÍ meira um seg í sjálvum spælinum við 18 skotum inn fyri Skálamálið +6 hornaspørk, meðan Skála hevði áleið 10 skot innfyri +3 hornaspørk, so har var eisini munur á, hvussu nógv hvørt liðið framleiddi av álopum og málatsóknum.

Harley skoraði við
beinleiðis frísparki
Beint áðrenn hálvleik vinnur KÍ eitt fríspark stutt framman fyri miðlinjuna, og enn einaferð er tað Harley, sum sendir ein gott, rímiliga hart, skot inn í Skálabrotsteigin.
Bólturin rakar niður í regnváta vøllin og heldur síðan leiðina fram inn ímóti málinum, har vinir og fíggindar vísa seg at leypa upp meira ella minni í einum trunka, har Kaj Ennigarð og aðrir stórir menn skapa nóg nógv av óróð, til at málmaðurin ikki megnar at fáa fatur á bóltinum, soleiðis at hann fer siglandi fram við øllum og inn í Skála-málið dygst undir tvørtrænum.
Tá hoyrdist tað fyrsta stóra gleðisbrølið við Djúpumýru, meðan allir leikararnir settu kós aftur ímóti miðlinjuni til ein stórsmílandi Harley.

Meira um dystin, hagtøl og leikaraavrik í komandi blaðútgávu.