Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-VB/Sumba 6-3 (4-2): KÍ spruttaði av spæligleði

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ var klassar betri enn VB/Sumba, og 6-3 sigurin kundi – og átti helst eisini – at verið nøkur mál størri, um KÍ-ararnir høvdu verið neyvari framman fyri góða VB-málmanninum.

Longu áðrenn dystin hevði ein ta greiðu kenslu, at spenningurin var farin úr niðurflytingarstríðnum, sum í veruleikanum var avgjørt longu áðrenn hendan dystin, men eftir trygga KÍ-sigurin sunnudagin hvarv tann seinasti teoretiski ivin hesum viðvíkjandi.

KÍ er nú heilt uppi á 5. plássi – gamaní bert fá stig framman fyri nr. 6 og 7 – men tann góða gongdin hjá liðnum hevur sanniliga broytt støðuna hjá KÍ, sum fyri nøkrum umførum síðan var ein hóttandi niðurflyting.

Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen kunnu sanniliga sóla sær saman við teirra leikarum – ein ótrúlig røð av sigrum hevur umbroytt KÍ frá niðurflytingarkandidati til nú at liggja oman fyri miðstrikuna á stigatalvuni.

Undirhaldandi
fótbóltsspæl

Dysturin var ein av teimum stuttligu at hyggja at.

Verjan var nú eisini í heldur góðum gávuhýri, men helst skal eisini tað síggjast í ljósinum av, at KÍ nú endiliga aftur kann “hugna” sær í Formuladeildini – niðurflytingar-“farcan” av, og tað var heilt týðiligt sunnudagin, at leikararnir ráhugnaðu sær á vøllinum.

Hetta elvdi til góða fótbólt til tíðir, og aðrar løtur var, sum nevnt, gávuhýrurin heldur stórur, bæði í verjuni, sum var heldur blíð við suðringar inn ímillum, og í álopspartinum, har brennivargurin ikki var heilt sørur – serliga í seinna hálvleiki.

Ein 8-2 sigur til KÍ hevði ivaleyst sagt “røttu” søguna um leikin á vøllinum sunnudagin, men tað var nú gott kortini fyri suðringar, at tað ”bara” bleiv til eitt sonevnt ”tennis”-úrslit upp á 6-3.

VB/S vakti
KÍ-ararnar
Longu í 3. minutti hevði KÍ bóltin í VB/S málinum, tá Ovi varð spældur fríur og sendi í málið, men hann varð dømdur rangstaddur, sum eisini var rætt.

Spenningurin var, sum nevnt, mest sum farin – ja, sjálvt tá VB/Sumba legði seg framum 1-0, sat ein mest sum bara og bíðaði eftir, at KÍ fór at svara.

Fyrsta málið hjá VB/S kom eftir eina feilsending á KÌ-miðvøllinum í 7. minutti. Hetta gav VB/S eitt skjótálop, sum endaði við, at KÍararnir steðgaðu teimum ólógliga við brotsteigarmarkið í vinstru.

Frísparkið varð spælt upp á tvørs eitt sindur aftureftir til Dan Djurhuus, sum smekkaði til eitt hart og neyvt skot, dygst úti við handaru stong til 1-0 til gestirnar.

Men KÍ svarar, og tað gjørdu teir sanniliga eisini, bæði skjótt og væl.

Í 10. minutti endar eitt gott KÍ-álop við eini misskiljing millum Paul og Gunnar.

Í 11. minutti má VB/S málmaðurin tveita seg í fullari longd, tá ein afturlegging frá Dan Djurhuus er um at enda sum eitt sjálvmál.

Í 13. minutti skorar KÍ til 1-1. Ovi og Heðin kombinera í høgru síðu, Heðin sendir innfyri til Paul Clapson, sum má leypa skeivur út frá málinum fyri at náa bóltinum, men allíkavæl megnar hann at skalla bæði hart og neyvt í mál til 1-1.

Í 15. minutti er KÍ longu á odda í dystinum. Gunnar verður spældur inni í brotsteiginum, har hann gera eina ta flottastu detaljuna í dystinum, tá hann snarar sum á einum borðiski, rekur stutt og síðan skjýtur undir málmannin, sum næstan bjargar, men er ov seinur niður eftir bóltinum. 2-1 til KÍ.

VB/S eitt sindur
meira við í dystin

Eftir leiðslumálið loyvdu KÍ-ararnir sær at slaka ferðina og trýstið eina løtu, samstundis sum VB/S royndi at spæla fyri sínum kjansi at yvirliva í Formuladeildini, um enn hann var lítil.

VB/S kom tí so smátt eitt sindur longur fram á vøllin hesa løtuna í dystinum, har liðið m.a. vann sær 2 hornaspørk og eitt fríspark í álopsstøðu, men teir megnaðu tó ongantíð at leggja trýst á KÍ.

Í 18. minutti kempar Høgni Madsen sera væl aftur og fær steðgað einum VB/S álopið út til horna.

KÍ ger onkran vørr hesa løtuna, eitt nú í 26. minutti, har eitt gott KÍ-álop endar við samanspæli millum Paul og Gunnar, men tað miseydnast.

Heldur nógvar misskiljingar eru hesa løtuna millum KÍ-leikararnar, og tað ger dystin rótutan eina løtu.

Nógv mál í
1. hálvleiki

Men seinasta korterið av fyrra hálvleiki ressast KÍ viðaftur og byrjar at spæla betur og trýsta frameftir.

Í 32. minutti hevur Kristoffur Jakobsen eitt gott langskot eftir sjálvur at hava vunnið bóltin merkiliga lættliga frá einum vágbingi á miðjuni. Málmaðurin bjargar skotinum út til horna.

Í 34. minutti verður hornaspark sent innfyri VB/S málið, har fleiri stríðast um bóltin, men tað endar við, at Gunnar spælir útfrá í brotsteiginum til Símun Joensen, sum skorar eitt flott mál til 3-1.
Men longu 2 minuttir seinni er aftur gávuhýrur í KÍ-verjuni.

Í 36. minutti vinnur VB/S aftur eitt fríspark á sama stað, sum tað fyrra, ið endaði við máli. Hesaferð er munurin bert tann, at Dan Djurhuus skjýtur beinleiðis, og hóast skotið er líka nógv ein innlegging sum eitt skot á mál, so endar tað í málinum, tí allir mans – íroknað málmannin – tykjast bara at bíða og vænta onkran annan at taka bóltin. So var 3-2.

Tað gingu tó bara 5 minuttir afturat, so hevði KÍ svarað aftur enn einaferð.

Í 41. minutti spæla Heðin og Høgni saman í høgru álopssíðu, og tað endar við, at Høgni sendir innfyri, har Paul við aftaru stong skallar innaftur upp á tvørs til ein púra frían Ova, sum skjýtur í mál úr stuttari fjarstøðu. Eitt flott mál til 4-2, sum varð hálvleiksstøðan.

KÍ væl omaná
í 2. hálvleiki

Eftir steðgin royndu vágbingar, væl skiljandi, at fáa eitt skjótt mál.

Í 2. minutti hava teir eitt skot, sum fer við síðuna av málinum.

Í 4. minutti eru teir aftur framvið, men skotið verður blokerað av Símuni Joensen.

Men KÍ er eisini væl við mest sum beinanvegin.

Í 8. minutti vísa beiggjarnir Kristian og Heðin gott samanspæl, sum endar við, at skotið frá Heðini verður bjargað út til hornaspark.

Í 9. minutti hevur Gunnar ein málmøguleika.
Spælið í seinna hálvleiki var yvirhøvur meira opið, har KÍ var væl betri enn VB/S og hevði fleiri álop, sum vit her bert nevna nøkur av.

Í 14. minutti hevur Paul eitt skot á VB/S málið, men málmaðurin bjargar.

Í 16. minuti er Paul aftur upp á spæl. Hesa ferð vinnur hann eitt brotsspark, sum hann sjálvur sendir í málið til 5-2.

Í 19. minutti spælir Kristian á Lakjuni aftur ein viðleikara væl frían. Hesa ferð er tað Kristoffur, sum skjýtur væl, men málmaðurin ger eina stórbjarging.

Trýstið frá KÍ heldur fram.

Í 22. minutti skjýtur Ovi á stongina, men minuttin eftir fær KÍ aftur mál.

Í 23. minutti eru tað Heðin og Kristoffur, sum enda eitt KÍ-álop við at Heðin spælir á tvørs í VB/S brotsteiginum til Kristoffur, sum skorar hegnisliga til 6-2.

Nú var VB/S liðugt fyri vell, men teir fingu tó eitt mál afturat, tá teir í 26. minutti vunnu eitt brotsspark, sum Marco Moravcic setti í málið til endaliga úrslitið 6-3 til KÍ.

Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:

KÍ-VB/Sumba 6-3 (4-2)
0-1 Dan Djurhuus
1-1 Paul Clapson
2-1 Gunnar Nielsen
3-1 Símin Joensen
3-2 Dan Djurhuus
4-2 Ove Nysted
5-2 Paul Clapson
6-2 Kristoffur Jacobsen
6-3 Marco Moravcic

Hini úrslitini í 21. leikumfari vóru:

KÍ – VB/Sumba  6-3 (4-2)
NSÍ – B36  1-1 (1-1)
HB – B71  3-1 (1-0)
EB/Streymur – Skála  2-0 (1-0)
AB – GÍ  1-3 (0-2)

Støðan í Formuladeildini er nú henda:

01) B36       45 stig
02) NSÍ        45 stig
03) HB         39 stig
04) EB/S      39 stig
05) KÍ          28 stig
06) Skála     26 stig
07) GÍ          26 stig
08) B71       22 stig
09) AB         14 stig
10) VB/S      11 stig