Trygvi Mortensen sum móti Skála vísti, at hann dugir at tetta verjuna hjá KÍ – so at gestirnir sera fáar málmøguleikar og einki mál fingu í sjálvum dystinum – heldur fyribils fram sum venjari hjá KÍ, nú liðið sunnudagin skal til Sands at leika torføran útidyst.
Onkur venjari skal hava sagt, at fyrsta fortreyt fyri at vinna fótbóltsdystir er, at tú hevur ein væl virkandi verjupart, sum megnar at forða mótstøðuliðnum fyri at gera mál. Harvið er grundarlagið lagt fyri at byggja upp álopspartin og hótta málið í hinum endanum av vøllinum.
Steffan nýggjur
í tættari verju
Hóast umstøðurnar vóru alt annað enn góðar og við skerdari manning megnaði Trygvi Mortensen sum bráfeingis venjari hendan setningin til lítar, tí Kristi Himmalferðardag megnaði Skála ongantíð av álvara at bróta ígjøgnum verjugarðin hjá Mortensen, sum á einum staði var broyttur í mun til dystirnar higartil í ár.
Steffan Kalsø, ið Trygvi sum venjari hjá 1. deild í KÍ hevur brúkt sum miðverjuleikara, var nevniliga fyri fyrstu ferð at síggja á hesum plássi á Formuladeildarliðnum, har hann tóktist trívast væl sum lærlingur saman við meistaranum á hesum plássi, Jan Andreasen.
Vongbakkarnir vóru báðir teir somu, sum í nøkrum av undanfarnu dystunum, nevniliga Sigmund Jacobsen í vinstru og Harley Bertholdsen í høgru.
Tí er sannlíkt, at Trygvi til dystin á Sandi fer at brúka somu verjuketu framman fyri Meinhardt Joensen í málinum.
Miðjan verður
neyvan óbroytt
Hinvegin kann neyvan roknast við, at miðvøllurin hjá KÌ verður heilt tann sami sum í dystinum ímóti Skála, m.a. tí fleiri leikarar nú eru klárir aftur.
Kristian á Lakjuni, sum fekk ein snudd undir upphitingini hósdagin og tí ikki var við, verður helst við aftur í hópinum, sum fer til Sands, og síðani verður eisini Oddmar á Lakjuni aftur tøkur eftir leikbann í 2 dystir.
Hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum, har vit endiliga aftur kunnu fáa eyga á eina ávísa kapping um plássini á miðvøllinum, sum er so týðandi, um eitt lið skal hava nakran møguleika í sterkastu føroysku deildini.
Umframt Kristian og Oddmar kann venjarin m.a. velja ímillum Heðin á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Símun Joensen, Leon Bjartalíð og John Hammer, sum Kristi Himmalferðardag fyri fyrstu ferð í ár leikti við Formuladeildarliðnum.
Her er tí eitt sindur ilt frammanundan at siga, hvussu miðvøllurin verður mannaður frá dystarbyrjan á Sandi sunnudagin.
Ikki so nógvir um
boðið í álopinum
Í tí triðju og fremstu ketuni á KÍ-liðnum hevur venjarin ikki so nógvar leikarar at velja ímillum.
Paul Clapson er toppskjútti og tí sjálvskrivaður í løtuni, og næstur honum kemur Erling Fles, sum júst er byrjaður aftur eftir ein skaðasteðg og tí tørvar at koma aftur í dystarvenjing. Hann kann tí væntast at blíva alt meira hvassur framman fyri málinum í komandi dystum.
Aðrir leikarar, ið kunnu koma upp á tal í fremstu røðini, eru m.a. Leon Bjartalíð, sum undanfarin ár hevur verið mest sum 100% álopsleikari hjá KÍ, og Kristoffur Jakobsen, sum hevur eitt sera gott skot í fótinum og tí altíð er eitt alternativ heilt har frammi á liðnum.
Fimti leikarin, sum vit hava hug at taka fram til álopspartin, er framtíðarleikarin Páll Klettskarð, sum undir vanligum umstøðum fyrr ella seinni verður álopsleikari hjá KÍ – tað er ein spurningur um tíð.
Samanumtikið kann staðfestast út frá Skála-dystinum, at Trygvi Mortensen er byrjaður skilagott í starvinum, har hann fyrst og fremst tetti verjupartin, og síðan var varin at fara ov ógvisliga avstað í álop – hetta kann hann byggja víðari á og fara so við og við longur fram á vøllin.
KOYR Á KÍ !!!




