Í samband við at rundkoyringin letur upp leygarmorgunin, verður Web-kameraði hjá Føroya Tele í Klaksvík vent móti miðbýnum.
Pól Sundskarð sigur við Norðlýsið at umleið 1000 fólk vitjað hvønn dag á portalinum og hyggja eftir myndunum av Vánni.
– Vit hava avgjørt at kamraði um vikuskiftið verður vent móti rundkoyringini og so kunnu Klaksvíkingar uttan fyri Klaksvíkina fylgja við í tí sum fyriferst.
Nógv vitjað
Sum sagt so eru umleið 1000 fólk høvn dag via alnótini vitjað portalin og hyggja eftir myndum av Klaksvík.
Norðlýsið frætti her fyri um eina unga gentu, sum var uttanlanda í lestrarørðindum.
Hon ringdi til mammu sína og bað hana vælsignaða ganga sær ein túr oman á sandin so hon kundi síggja hana á al-nótini.
Nú vit skrivað um rundkoyringina kunnu vit til stuttleika nevna, at ein speiskur havnamaður kom við tí hugskotinum at klaksvíkingar seta eitt skelti upp í rundkoyringini við áskriftini: Max 3 umgangir!




