Føroya Arbeiðarafelag hevur sent eina rættleiðing út um skriving hjá Oyggjatíðindum, har sagt verður, at FA manipulerar við lívstryggingini hjá felagnum, skrivar Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðinum.
Svar til Føroya Arbeiðarafelag.
Føroya Arbeiðarafelag hevur sent eina rættleiðing út um skriving hjá Oyggjatíðindum, har sagt verður, at FA manipulerar við lívstryggingini hjá felagnum.
Blaðið hevur brúkti yvirskriftina ”Limafupp” í blaðnum fríggjadagin 18. januar 2008. Hetta hevur FA ikki gjørt viðmerkingar til, og má so hava tikið innihaldið til eftirtektar, sum eisini er bygd á faktuellar upplýsingar.
FA vísir bara til Oyggjatíðindi 9. januar 2008 og blaðið 12. januar 2008. Oyggjatíðindi kom ikki út 12. januar men 11. Januar.
FA sigur fleiri staðnar í greinini, at Oyggjatíðindi misskilir, og blandar lívstrygging saman við eftirløn, men hetta hava vit júst ansa eftir ikki at gera, og tí kundu limirnir eisini lesa í blaðnum 11. januar 2008:
Føroya Arbeiðarafelag strekti seg til at lata Selmar av Vollanum fáa eina minni upphædd, sum kompensatión fyri eftirlønargjald, ið hann sjálvandi betalti skatt av, men tryggingargjaldið skuldi hann ikki hava, tí tað hevði hann ikki rætt til, sambært FA, sjálvt um hann hevði goldið og hevði verið kravdur eftir gjaldinum til hann gjørdist 71 ár.
Men peningin fekk hann ikki. Trætan stóð uppá í áravís. Fakta er, at Selmar av Vollanum byrjaði at gjalda til tryggingina í 1990. Selmar av Vollanum hevði eitt krav til FA uppá kr. 44.430,59 fyri inngoldið tryggingargjald, ið var tikið av lønini.
Í fjør fall so dómur í Føroya Rætti. Dómurin er rættiliga prinsipiellur, tí hann staðfestir, at hvørki Selmar av Vollanum ella aðrir limir í FA, eiga rættin til tryggingargjaldið, arbeiðsgevarin hevur tikið frá hvørjum einstøkum limi yvir lønina í øll hesi árini.
Arbeiðsgevarin hevur avskrivað inngjaldið og goldið tað víðari til FA. Hendan upphædd er tí ongantíð skatta, so sum reglarnir fyri lívstryggingina áseta. Hesin pengatrafikkurin hevur givið 130 milliónir, sum FA hevur potað niður í tryggingina, men ongin skattur er goldin fram til 1. mai 2007.
Paradoksini eru nógv: Í hesum málinum sigur fakfelagið, at tryggingarinngjaldið er ikki persónligt, samstundis sum FA skrivar í treytunum, at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at rinda %-gjald av lønini hjá arbeiðaranum í lívstrygging (verkamannagrunn)!?
Sostatt er ingjaldið persónligt.
Tað, sum eisini hevur skorið í eyguni er hátturin, Føroya Arbeiðarafelag, hevur lýst treytirnar fyri tryggingarinngjaldinum uppá 1,5%, sum arbeiðsgevarin skal gjalda vegna limin.
FA skrivar, at hetta er galdandi fyri øll, sum arbeiða innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, óansæð aldur. Men í prentaðum faldara um somu trygging, stendur: at tryggingin er tvungin fyri allar limir felagsins undir 67 ár, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella fáa stuðul frá Arbeiðsloysisskipanini.
Fyrst er skipaninin galdandi óansæð aldur, síðani er hon bara galdandi fyri limir undir 67 ár. So her er heldur onki samsvar. At tryggingarskipanin er persónlig, vísir annar tekstur fyri treytunum frá FA, um t.d. limurin gerst sjúkur áðrenn hann fyllir 67 ár.
Í slíkari støðu skal limurin sjálvur gjalda kr. 175,00 um mánaðin sum tryggingargjald (ístaðin fyri prosentini), skrivar FA.
Men Selmar á Vollanum kundi ikki fáa sín fakfelagsrætt.
Men ein forkláring er kanska, at Ingeborg Vinther, í rættinum sjálv vitnaði í sakarmálinum, sum Selmar av Vollanum hevði lagt:
Í byrjanini varð tryggingarpeningurin goldin inn í verkamannagrunnin, men segði Ingeborg í rættinum: Orsaka av ov strongum skattakrøvum, mátti skipanin broytast. Føroya Arbeiðarafelag fekk besta tilboðið frá danska tryggingarfelagnum Alka, sum fekk allan verkamannagrunnin at umsita til tryggingarskipanina, segði formaðurin í rættinum.
Men hvør eigur hesa tryggingina. Ikki limirnir, sambært Ingeborg Vinther, sum vit endurgeva orðarætt úr prinsipiellum dómi, sum sigu, at FA-limirnir ikki eiga sína egnu trygging:
Aftalen om, at arbejdsgiverne skulle betale bidrag til livsforsikring og andre sociale formål var en del af overenskomstforliget i 1989. Aftalen havde intet med lønnen at gøre. Arbejdsgiveren har heller ikke opfattet aftalen som om, at arbejdstagerne skulle eje indbetalingerne til livsforsikringen. Der er ikke tale om en personlig ordning men om en helt sædvanlig kollektiv ordning, som kommer alle tilgode…
Tey, sum halda seg hava lisið skeivt, kunnu trúgva umaftur: Limirnir eiga ikki inngjaldingarnar til lívstryggingina, segði Ingeborg Vinther í rættinum 29. oktober 2007.
Hetta úttalilsi stendur í skríggjandi andsøgn við tað, sum fimm mánaðir frammanundan, nevndiliga 1. mai 2007, kemur at standa í høvuðssáttmálanum:
Til lívstrygging og onnur sosial endamál verður eitt gjald uppá 1,5% av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin.
Hvørja orsøk hevur formaðurin í FA at lúgva í rættinum? Tað kann hon geva limunum eina forkláring uppá, tí tað, sum hon segði í rættinum var faktuelt skeivt, og hevði einki við veruleikan at gera.
Men áðrenn 1. mai 2007, stóð soleiðis í høvuðssáttmálanum:
Arbeiðsgevarnir rinda 1,5% av arbeiðslønini til lívstrygging og onnur sosial endamál.
Í setninginum “Arbeiðsgevarnir rinda” liggur manipulatiónin undan 1. mai 2007. Júst her liggur orsøkin til hetta úttalilsi hjá Ingeborg í rættinum: “Arbejdsgiveren har heller ikke opfattet aftalen som om, at arbejdstagerne skulle eje indbetalingerne til livsforsikringen”.
Men tað er ikki tað, sum kemur at standa í høvuðssáttmálanum millum arbeiðsgevararnar og fakfelagið aftaná 1. mai 2007. Tá verður knappliga %-gjaldið til lívstrygging at gjalda av lønini, sum nú eisini verður skattað
Men tá FA hevur sagt, at “arbejdstagerne skulle ikke eje indbetalingerne til livsforsikringen”, so hevur tað havt eittans endamál: at forða teimum, at fáa inngjaldið út, sum vegna aldur ikki vóru mett at hava rætt til útgjald á jøvnum føtu við aðrar limir, sum í dag fáa fast útgjald.
Lesur FA greinarnar í Oyggjatíðindum, sær sæst skjótt, at skattakøn staðfesta, at gjøld fyri lívstryggingina, fylgja limunum.
At tað var ólógligt, at senda tryggingina til Danmarkar, staðfesti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksafoss í einum av greinunum. Ingeborg Vinther staðfesti hetta sjálv, men vísti so á, at fleiri onnur høvdu danskar pensjónir, so tað vildi FA eisini hava rætt til.
Men tað vikar ikki við, at hetta er lógarbrot, og verður ikki betur av at onnur gera tað sama.
Samanumtikið hevði limurin hjá Føroya Arbeiðarafelag, Selmar av Vollanum ikki rætt til tær 44.430,59 krónurnar, hann hevði goldið inn til lívstryggingina yvir lønina. Tað varð staðfest í dómi 29. oktober 2007.
Verður hesin dómurin standandi, sum einasti sannleikin um lívstryggingina hjá FA, so kann Toll- og Skatt bara senda skattarokningina fyri tær 130 milliónirnar til FA – umleið 60 milliónir kr.
Skal FA sleppa undan at betala hesar 60 milliónirnar í skatti, so má dómurin ógildast, og Selmar av Vollanum skal so hava sítt krav útgoldið.
Men Føroya Arbeiðarafelag manipulerar framvegis. Og tað skal undra um limirnir í FA ikki hava nógv at spyrja um, tí Oyggjatíðindi hevur bygd sína greinarøð á faktuellar upplýsingar og ikki gitingar,illgitingar ella ósannindir. Alt kann eftirkannast.
Dan Klein, blaðstjóri




