Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki almannakunnger børsprospekt

Oliver Joensen

Føroya Banki almannakunngjørdi mánadagin prospekt fyri útboð av partabrøvum í sambandi við tvískrásetingina á íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX, og á Københavns Fondsbørs.

 Við hesum er sjøtul settur á at einskilja tveir triðingar av Føroya Banka. Tekning at keypa partabrøv verður frá 11. juni til 19. juni
Eyðun á Rógvi, Súni Schwartz Jacobsen og Janus Petersen á tíðindafundi í dag
Føroya Banki er leiðandi banki í Føroyum við einum marknaðarparti á 44% av samlaðu útlánunum og 39% av samlaðu innlánunum í føroyskum bankum. Føroya Banki bjóðar somu tænastur sum hinir norðurlendsku bankarnir. Bankin hevur 225 starvsfólk á 20 deildum, sum tæna 18.000 privatkundum og 1.700 vinnukundum.
Bankin er seinnu árini vaksin munandi og hevur við royndari leiðslu eina visión um at vera leiðandi banki í Føroyum. Bankin ætlar haraftrat at víðka um virksemið uttanlands við bæði at gagnnýta verandi førleikar og at styrkja bankan við nýggjum serkunnleika og førleikum.
Góð fíggjarstøða og sunnur vøkstur
Fyrsta ársfjórðing 2007 vuksu nettorentu- og tænastuinntøkurnar við 23% samanborið við 2006. Úrslitið fyri skatt gjørdist 54 mió. kr. samanborið við 30 mió. kr. fyrsta ársfjórðing 2006. Vaksandi inntøkustøðið stendst av sunnum vøkstri í útlánum bankans. Í 2006 vuksu útlánini 33%, og bara fyrsta ársfjórðing í 2007 eru útlánini vaksin 7%.
Føroya Banki væntar eitt gott úrslit í 2007 orsakað av munandi vøkstri á øllum økjum umframt góða ávirkan av nýggjum virksemi. Bankin væntar í 2007 ein samlaðan vøkstur í útlánunum á 1,2 mia. kr. og nettorentu- og tænastuinntøkur á 320-340 mió. kr. Útreiðslurnar økjast væntandi samanborið við 2006 orsakað av hækkaðum útreiðslum til KT, marknaðarføring og starvsfólk, men útreiðslurnar fyri hvørja inntøkukrónu fara væntandi at falla. Bankin væntar eitt úrslit áðrenn burturleggingar og skatt á 145-165 mió. kr. og eitt úrslit eftir skatt á 135-155 mió. kr.
Fíggjarliga mál bankans er ein árligur vøkstur í nettorentu- og tænastuinntøkunum á 10% og í longdini ein renting av eginognini á 12% eftir skatt. Haraftrat hevur bankin sum mál at minka solvensin niður í 12%.

Partabrævaútboðið
Partabrævasølan verður framd í sambandi við, at Føroya Banki verður einskildur, eins og løgtingið gjørdi av í 2006. Seljandi partaeigarin er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum undan søluni eigur 99,4% av partapeninginum í bankanum. Útboðin verða 6.000.000 partabrøv gjøgnum alment útboð í Føroyum, Íslandi og Danmark umframt eitt altjóða útboð við stovnsligum íleggjarum. Harumframt kemur ein rættur til yvirtillutan á 600.000 partabrøv aftrat. Eftir útboðið fer Fíggingargrunnurin frá 1992 væntandi at eiga 39,4% av partabrøvunum ella 33,4%, um rætturin til yvirtillutan verður brúktur til fulnar.
Sølukursurin verður lagdur fastur millum kr. 162 og kr. 189 eftir bookbuilding-háttinum.

Tekningartíðarskeiðið
Tekningartíðarskeiðið verður væntandi frá og við 11. juni til 19. juni. Latast kann aftur fyri móttøku av ordrum upp í 2 mió. kr., áðrenn latið verður aftur fyri øðrum útboðum, tó í fyrsta lagi 13. juni kl. 17.00 danska tíð. Gjaldast skal fyri útbodnu partabrøvini í donskum krónum. Útbodnu partabrøvini verða væntandi latin elektroniskt tann 26. juni 2007 gjøgnum Værdipapircentralen, Euroclear og Clearstream ímóti kontantum gjaldi. Handil við partabrøvunum á ICEX og Københavns Fondsbørs under navninum FO-Bank byrjar væntandi um 21. juni 2007.

Nærri upplýsingar
Prospekt kan takast niður á heimasíðuni hjá bankanum, www.foroya.fo, á www.handelsbanken.dk og www.landsbanki.is, og bíleggjast á einum av hesum sølustøðum. Eisini kann føroyskur, danskur og íslendskur faldari og keypsseðil takast niður á www.foroya.fo, www.handelsbanken.dk og www.landsbanki.is. Hildin verður í dag, 4. juni kl. 11.30, kunnandi fundur fyri fjølmiðlum og øðrum áhugaðum í Føroya Banka, Húsagøta 3, Tórshavn.

Upplýsingarnar í hesum skrivi byggja á fráboðanina, sum Føroya Banki í dag hevur sent virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn.