Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki fyrireikar at selja ognarlut í Bakkafrost

John William Joensen

Partaeigararnir í størstu alifyritøkunum í Føroyum, Bakkafrost og Vestlax,
hava avtalað, at feløgini leggja saman frá 1. januar 2010.

Samstundis er farið undir fyrireikingarnar at skráseta samanlagda felagið á virðisbrævamarknaðinum í Oslo næsta ár. Í sambandi við skrásetingina ætlar Føroya Banki at selja sín ognarlut á 33 prosent í samanlagda felagnum

Føroya Banki eigur í løtuni ognarlutir í bæði Bakkafrost og Vestlax, og tá
feløgini eru samanløgd 1. januar 2010, verður ognarlutur bankans í
samanlagda felagnum 33 prosent. Samanleggingin er treytað av góðkenning  frá viðkomandi myndugleikum.

Hóast partabrævakursir um allan heim hava verið fallandi seinasta árið,
hevur gingið væl við partabrøvum hjá alifyritøkum, ið eru skrásettar á
virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Kursirnir eru nógv hækkaðir, og nógv bendir tí á, at løtan er tann rætta at skráseta samanlagda føroyska alifelagið á norska virðisbrævamarknaðinum.

"Ætlanin at selja okkara ognarlut í samanlagda felagnum er ein natúrlig
avleiðing av bankans strategi um at leggja dent á bankavirksemi og minka
um váðan í einstøkum vinnugreinum. Vit halda tað eisini vera
týdningarmikið, at skapt verður eitt fíggjarliga sterkt alifelag í
Føroyum, sum er kappingarført á altjóða marknaðinum," sigur Janus
Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Í sambandi við ætlaðu skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum í Oslo hava Bakkafrost og Vestlax gjørt avtalu við Corporate Finance-deildirnar hjá
Føroya Banka og Nordea um at standa fyri børsskrásetingini.

Vinarliga / Best regards
Johnny í Grótinum