Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki harðast raktur av verkfallinum

Oliver Joensen

Í Klaksvík er onki fólk til arbeiðis í Føroya Banka deildini, men ringjast kann á tlf. 311350 um samband skal fáast við bankan.

Vit vóru og vitjaðu bankarnar í Klaksvík ídag við myndatóli okkara.
Í Føroya Banka sluppu vit ikki inn, tí bankin er so meint raktur av verkfallinum, at ongin var til arbeiðis. 
Vit fingu tó fatur á Hans Petur Clementsen, deildarleiðara, ið segði okkum, at deildin er stongd og at øll starvsfólkini eru í verkfalli. men at fatur kann fáast á bankanum við at ringja til høvuðsdeildina á tlf. 311350.

Í Norðoya Sparikassa vitjaðu vit eisini, har gekk arbeiðið sína vanligu gongd og fólk sótu við kassan og aðrastaðni og gjørdu arbeiði sítt. Okkum varð greitt frá, at deildirnar hjá Sparikassanum í Leirvík, Saltangará og í Havn eru stongdar men fólkið er tó til arbeiðis. Arbeiðisfólkið hjá Norðoya Sparikassa er ikki verkfallsrakt, tí tey eru ikki partur í verkfallinum, men av kappingarorsøkum hava bankarnir valt at steingja smærru deildirnar.

Í Eik bankadeildini tók Eyðun Mørkøre, deildarleiðari ímóti okkum eftir at hava latið hurðina upp fyri okkum. Eyðun greiddi okkum frá, at Eik Banki heldur ikki er raktur av verkfalli. Men fyri ikki at kappast nú ein kappingarneyti er raktur av verkfalli, hevur Eik Banki eisini valt at lata deildirnar aftur, hóast øll starvsfólkini eru í arbeiði og tað hevur so við sær, at hurðin er stongd í Eik í Klaksvík, men bankavirksemi kann greiðast um telefonina og á annan hátt.

Harleyfacadeacryl