Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Jólaskipinum

Oliver Joensen

Og tað fór ikki aftur við borðinum, tá stóra skrúðgongan fór framvið á Fornagørðum. Føroya Banki líktist mest einum hugnaligum jólakalendara.

Tað var Føroya Banki, sum tók á seg at vera høvuðsstuðul til stóra jólatiltakið Jólaskipið, sum fór av barkastokki mikukvøldið.
Tá stóra skrúðgongan kom framvið bankanum, høvdu starvsfólkini í bankanum rættuliga gjørt burturúr. Bankin líktist mest einum hugnaligum jólakalendara, har vættrar við stjørnukastarum hingu úr av øllum "lúkunum" íklæddir føroyskum troyggjum vættrahúgvi og alt sum har hoyrir til og eisini var onkur jólamaður at síggja innímillum. Sjálvandi var Nósi eisini við.
Øll ljósini inni í bankanum lýstu í reyðum liti. Hetta vísti at bankin saktans eisini kann brúkast til hugnalig tiltøk og sigast má at tiltakið var sera væleydnað og var við til at gera løtuna uppaftur hugnaligari.