Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Mjølnir

John William Joensen

Komandi tvey árini verður Føroya Banki høvuðsstuðul hjá flogbóltsfelagnum, Mjølnir.

Bankin fer at stuðla bæði vaksnamannaliðunum og ungdómsliðunum hjá flogbóltsfelagnum í Klaksvík
Føroya Banki er frammanundan høvuðsstuðul hjá fótbóltsfelagnum, EB Streymi, hondbóltsfelagnum, VÍF, og fimleikafelagnum, Ljósinum. Eisini í sambandi við hesar stuðulsavtalur stuðlar bankin øllum liðum hjá feløgunum.

Sambært avtaluni við Mjølnir verður bankin høvuðsstuðul hjá vaksnamannaliðunum beinanvegin, og eftir nýggjár verður navnið hjá bankanum so eisini at síggja á búnunum hjá ungdómsliðunum.