Fyrst hildu vit at bankarán ella eitthvørt tílíkt var á Fornagørðum í nátt, men sum skilst fáast menn við at skifta navnamerkið og búmerkið hjá Føroya Banka.
Hóast tað ikki hevur eydnast okkum at fingið tíðindini váttað í skrivandi stund, so bendir alt á at Føroya Banki nú skiftir samleika.
Gamla búmerki, ið var gjørt av eini samanrenning av búmerkjunum hjá Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, vera nú søga, og vit fara at síggja eitt nýggjan samleika av bankanum ímorgin.
Eftir tí vit hava fingið at vita, so verður navnið framhaldandi Føroya Banki, tó verða stavirnir broyttir, millum annað verður "ø"ið ikki tað vit vanliga nýta, og er hetta helst orsakað av at bankin ætlar at gera seg meira galdandi uttanfyri landoddarnar. Harafturat hvørvur sjómaðurin frá Sjóvinnubankanum.
Spennandi verður at síggja ímorgin hvussu nýggi samleikin tekur seg út.




