Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya besti festivalur byrjar í morgin

Danial Viðoy

CF 2015: Sørvágs Country og Blues Festival 2015 byrjar í morgin. Hetta er Føroya besti festivalur, siga fólk í Vágoynni. Tað er kanska eitt sindur um snakkiiið, tí CF er uttan iva tann mest fólksligi festivalurin í Føroyum.

CF 2015: Sørvágs Country og Blues Festival 2015 byrjar í morgin. Hetta er Føroya besti festivalur, siga fólk í Vágoynni. Tað er kanska eitt sindur um snakkiiið, tí CF er uttan iva tann mest fólksligi festivalurin í Føroyum.

Country og blues tónleikur er sera fólksligur. Og saman við hesum fólksliga tónleikinum hava fyrireikararnir megnað at skapa fólksligar karmar. – Tá ið tað er sagt, fara allarflestu festivalgestirnir í eina fólksliga persónmensku, sum innihalda hattar og kovboyklæðir. Tað er prógvað á øllum undanfarnum festivalum.

Undirritaði var á CF í fjør og merkti tann serliga stemningin. Í mun til allar aðrar festivalar í Føroyum merktist ein heitur og fólksligur kærleiki ímillum gestirnar. Country og blues tónleikur rakar í mergin á nógvum føroyingum og helst er tað tí, at festivalurin blívur við at vera og aftur í ár verður.

Skráin er vaksin í vavi ár undan ári. Í ár er heldur onki undantak. Heili fýra dagar við góðum tónleiki og nógvum øðrum áhugaverdum tiltøkum. Eitt nú verður Truckfestivalur eisini hildin saman við CF 2015. Sí breiðu skránni niðanfyri:

Hósdagur 4. juni:
Kl. 17:00 – 19:00 Bassadagur, sum Eik skipar fyri
Kl. 18:00 Eldratiltakið byrjar í Sørvágs skúla.
– Tekning til 29. Mai hjá Vága Kunningarstovu – vagar@vagar.fo

Fríggjadagin 5. juni:
Kl. 17:00 Vælkomin og Country- & Blues festivalurin verður settur av Suna Jacobsen, borgarstjóra.
– Sørvágs Tónleikafelag spælir, m.a. popp, fólkaløg, marsj og country
Kl. 18:00 Blátt Gras (FO)
Kl. 19:00 Kristel Lisberg (FO)
Kl. 20:00 Robert og vinmenn (FO)
Kl. 20:00 Sørvágs kirkja letur upp – Aftankvirra. Bjørk Gudmundsen sýnir fram myndir.
Kl. 21:00 Vágaverk/Váðaverk (FO)
Kl. 22:00 Uni Debess & The Tomcats (FO)
Kl. 23:00 Jambalaya Band (DK)
Kl. 00:00 Laura van den Elzen (NL)
Kl. 01:00 Halleluja Sofus (FO)


Leygardagur 6. juni:
Kl. 15:00 – 18:00 -Ævintýraferðin
– 3. flokkur í Sørvágs skúla framførir
– Pallurin er opin fyri børn at framføra (havi tónleikin við á geyma)
– BBIW (Best Band In the World) – Musikkskúlanæmingar
– Fríði Sigmundsson
Kl. 18:00 Kristina Bærendsen (FO)
Kl. 19:00 The Reverends (FO)
Kl. 20:00 Hallur Joensen (FO)
Kl. 20:00 Sørvágs kirkja letur upp – Aftankvirra. Bjørk Gudmundsen sýnir fram myndir.
Kl. 21:00 Jens Lisberg (FO)
Kl. 22:00 Magni Christiansen (FO)
Kl. 23:00 KK – band (IS)
Kl. 00:00 The European Highwaymen (NO)
Kl. 01:00 Froðbiar Sóknar Blues Orkestur (FO)
Kl. 02:00 Signar í Homrum (FO)

Sunnudagur 7. juni:
Kl. 11:00 Country Guðstænasta í Sørvágs kirkju
– Lisa Fredriksberg luttekur.
– Inga Poulsen Dam, prestur, prædikar
Kl. 11:00 Truckerfestivalurin opnar
Kl. 11:00 – 16:00 Bilarnir verða framvístir
Kl. 13:00 – 15:00 Kaptain Gardar og Stampi
Kl. 15:00 – 16:00 Müllers Band spæla
Kl. 16:00 – 17:00 Steypahandan
Kl. 17:00 Bilarnir fara avstað


Í samband við festivalin er svimjihylurin opin hesar tíðir:
Fríggjadagur 5. juni: 14:00 til 17:00
Leygardagur 6. juni: 15:00 til 20:00
Sunnudagur 7. juni: 08:00 til 10:00

Sí nakrar myndir frá í fjør: