Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Bjór hevur skift maskinur úr fyri 9 milliónur krónur

Oliver Joensen

Mánadagin royndarkoyrdu teir á Føroya Bjór spildurnýggju tappimaskinuna, sum hevur kosta 7 milliónir krónur. Maskinan skal megna at tappa uppí 18.000 fløskur um tíman.

Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór sigur, at tað hevur verið neyðugt hjá teimum at skift maskinur úr í ár og í fjør. Í fjør tók Føroya Bjór eina nýggja insteptiónsmaskinu í nýtslu. Hetta er ein maskina, ið kannar allar fløskurnar aftaná at tær eru vaskaðar.
Í vikuni varð so nýggja tappimaskinan sett í gongd. Tann gamla tappimaskinan, sum Føroya Bjór hevði, kundi tappa úppi 11-12.000 fløskur um tíman, ímeðan nýggja maskinan kann tappa 18.000 fløskur um tíman. Harafturat skuldi við nýggju maskinuni verið lættari at skift ímillum ymisku fløskustøddirnar tá tappað verður.