Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Bjór renningin 2014 & 1. Grand Prix

Treysti

Leygardagin 31. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 18. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu.

Leygardagin 31. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 1. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997 at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

Photo Photo

Í ár verður renningin leygardagin 31. maii kl. 11.00. Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu.

Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur tvs. 5 km. Rennast skulu knapt trý umfør av hesi rutu.

Photo Photo

Hjá øllum børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. Tey vaksnu byrja millum skúlarnar og koma á mál vi Telebúðina.

Hesuferð verður talan um DAF-góðkenda 5 km rutu.

Grand Prix á summarstevnum

Nú skipar FÍF aftur fyri Grand Prix á stevnum í summar, og hetta verður so fyrsta umfarið av sjey, og endar Grand Prix á Ólavsøku.

Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:

• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri

• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri

• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár

• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár

• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Skráin

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 31. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:

kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1998 ella fyrr) – 5 km

kl. 11.00 Veteranar (f.1959-1968) – 5 km

kl. 11.00 Superveteranar (f.1958 ella fyrr) – 5 km

kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) – 665 m

kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) – 665 m

kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) – 1.330 m

kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) – 1.330 m

kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Photo Photo

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 30. mai klokkan 21.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 70 fyri vaksin og kr. 40 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Photo Photo

www.treysti.fo