Í Morgunblaðnum tann 29. juni 2017 er grein at lesa undir yvirskriftini “Samband við Ísland mikilvægt” ella á føroyskum “Samband við Ísland týdningarmikið”, ið snýr seg um virksemið hjá Klaksvíks-bryggjarínum Føroya Bjór í Íslandi. Greinin greiðir soleiðis frá:
Í Morgunblaðnum tann 29. juni 2017 er grein at lesa undir yvirskriftini “Samband við Ísland mikilvægt” ella á føroyskum “Samband við Ísland týdningarmikið”, ið snýr seg um virksemið hjá Klaksvíks-bryggjarínum Føroya Bjór í Íslandi. Greinin greiðir soleiðis frá:
Samvinna millum føroyingar og íslendingar hevur mangan verið góð. Eigararnir av Føroya Bjór í Klakksvík leggja dent á gott samband við íslendingar og at fáa frændir sínar at kenna seg væl móttiknar.
Føroyar kunnu bjóða mangt og mikið, har er ymiskt at síggja, og í Føroyum ferðast almenningur og “betra slagið” somu støð. Í Klakksvík hevur “Færeyjabjór” verðið bryggjað síðani 1888. – “Vit hava gott samband við íslendingar og stevna ímóti øktum útflutningi”, sigur Annika Waag, virkisleiðari.
Fyritøkan Føroya Bjór hevur verið í somu familju altíð. Símun F. Hansen, eisini nevndur Símun í Vági, fór til Danmarkar í 1883 og lærdi har listina at bryggja og baka, og fór undir at bryggja øl í Føroyum eftir lokna lærutíð. Síðani tók sonur hansara, Einar F. Waag, við rakstrinum. Einar Waag yngri og beiggi hansara tóku síðani yvir eftir pápa sín, og í 2008 keypti Einar eisini partin hjá bróðuri sínum. Einar hevur dóttir sína Anniku Waag við sína lið, og møtir Einar framvegis á hvørjum degi til arbeiðis.
Um 10.000 litrar um dagin
Bjórið hjá fyritøkuni verður alsamt betur umtókt millum íslendingar. Annika sigur, at fleiri íslendingar hava lært bjórið at kenna umborð á Norrønu, eins og av at íslendingar í Føroyum hava givið ølinum góð ummæli. – “Vit byrjaðu at útflyta øl til Íslands vegna øktan eftirspurning fyri nøkrum árum síðani og móttøkan hevur verið góð”, sigur Annika.
Á Føroya Bjór í Klakksvík verða í miðal framleddir 10.000 litrar av bjóri um dagin, umframt ein munandi mongd av leskidrykkjum. Millum 35 og 40 starvsfólk starvast hjá fyritøkuni í Klakksvík og Tórshavn.
Rúsdrekkabann varð sett í verk í Føroyum í 1907, og Føroya Bjór slapp ikki at framleiða øl sterkari enn 2,8% í næstan 74 ár. Í 1980 varð lógin liberaliserað nakað. Styrkin slapp upp í 5,8% og gullbjórin hjá fyritøkuni varð veruleiki. Í 2011 kom enn ein liberalisering, og loyvt varð at bryggja enn sterkari bjór.
Fleiri stór framstig og endurnýggjanir eru farnar fram í longu søgu fyritøkunnar. – “Pápi tók við rakstrinum í 1970, 23-ára gamal, eftir at hava lært til bryggjara í Týsklandi. Eg havi arbeitt her síðani eg var barn, fyrst í skúlafrítíðini, og seinastu árini í fullum starvi”, sigur Annika, sum er útbúgvin matvøruverkfrøðingur og bryggjmeistari, og leggur afturat, at “Hóast ølið hjá okkum verður selt í Íslandi, í Danmark, Týskandi og aðrastaðni, hava vit ikki lagt størsta dentin á útflutning, men vit kundu hugsað okkum at broytt hetta”.




