Føroya Fimleikasamband hevði aðalfund tann 27.01.2013.
Føroya Fimleikasamband hevði aðalfund tann 27.01.2013.
Fyri vali stóðu Katrin Abrahamsen, samskipari av estetiska fimleikinum og Joan Petersen, skrivari. Fimleikasambandið stillaði Joan upp aftur, og bleiv hon afturvald.
Katrin hevði í longri tíð boða frá, at hon ynskti ikki at stilla upp aftur, og tað hevur sambandið tikið til eftirtektar. Jastrid Weihe og Helen Gaardbo stillaðu upp til nevndarsessin sum samskiparar av estetiska fimleikinum, og blivu tær einmalt valdar.
Rósing hevur boðað frá, at hann eftir summarfrítíðina fer uttanlands í lestrarørindum, tí bleiv Harald Joensen stillaður upp, og bleiv hann eisini einmalt valdur. Teir báðir koma í felag at standa fyri amboðsfimleikinum til summarfrítíðina.
Katrin Abrahamsen fekk handað ÍSF silvurnál frá forkvinnuni, Elin Heðinsdóttir Joensen, sum takkaði fyri tað megnar arbeiði, sum Katrin hevur gjørt fyri fimleikin, serstakliga estetiska fimleikin.
Katrin hevur verið við frá byrjan við estetiska fimleikinum, og hevur arbeitt í fleiri ár fyri at fáa HM til Føroyar. Hetta er nú eydnast, og verður
HM í estetiskum fimleiki 6. og 7. juni 2015 í Tórshavn
og verður hettar eitt tað størsta ítróttartiltak, sum skipað hevur verið fyri í Føroyum.
Roknað verður við, at tað koma eini 700-800 fólk til HM kappingina, sum verður bæði fyri kvinnuunglingar og kvinnur.
Arbeiðið við HM 2015 gongur væl.
Fundir hava verið við Tórshavnar Kommunu, Green Gate Incoming, Ferðaráðið og Atlantic Airways, sum øll síggja hetta sum eina spennandi uppgávu.
Føroya Fimleiksamband hevur fingið høll til kappingina, hallir at venja í, matarhølir og hølir til fundir, somuleiðis hølir til móttøku og lutakast. Hetta er alt komið upp á pláss við samstarvi við Tórshavnar Kommunu, sum fegin vil vera við í fyrireikingunum.
Katrin Abrahamsen er sett av Fimleikasambandinum at vera samskipari av HM 2015 í Føroyum.
Nýggja nevndin í Føroya Fimleikasambandi:
Jastrid Weihe og Helen Gaardbo, estetiskur fimleikur, Harald Joensen og Rósing Dam, amboðsfimleikur, Joan Petersen, skrivari og næstforkvinna og Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna.




