Føroyar yvirhalda baði ST- og ES konventiónirnar men vit vilja ikki góðtaka tað at norðurlond hava sett tey samkyndu upp í hesar samtyktirnar, sigur Óli Breckman
Óli Breckman er ikki í iva um hvat hann ætlar at mæla til undir tingviðgerðini av broyting í revsilógini um kynsliga orientering.
– Eg roknið við at vit fáa ein almindiligan lívligan tingdag og eg farið at mæla frá at tingið samtykkir uppskotið frá Tjóðveldisflokkinum.
– Málið er eyðkent av reinum hysterríið og er ætlanin at fáa Føroyar upp í tað fylgið av fáum tjóðum sum hava samtykt hesa broting.
Føroya halda ST samtyktir
Óli Breckmann sigur at tað er ein beinleiðis lygn tá sagt verður at Føroyar ikki ivirhalda mannarættinda konventiónina hjá ST.
– Sameindu Tjóða og Evropeiska Samveldið hava samtykt mannarættinda konventiónirnar uttan at samkynd eru nevnd við einum orðið.
– Tað eru bara Danmark og hini norðanlondini, sum hava putta tey upp í hesar samtyktir, tá tey hava framt samtyktirnar í egnum landi og tað fara vit sjálvandi ikki at blanda okkum uppí.
– So hetta við at nevna tey samkynd í samband við mannrættindini er eitt norðurlendskt fyribrygdi.
Fólkaatkvøða
– Veruleikin er at hetta er sama fólkaslag, sum í síni tíð royndu at fáa abbar okkara at gerast nazistar og at fáa meg og pápa tín í 70 unum at vera kommunistar og sum nú royna at fáa børn okkara at vera aktivistar og perversifisera ein heilt ættarlið.
– Tey vilja hava okkara ungdóm at taka undir við hugsjónum sum felagsskapir sum Greenpease og líknandi eru talsmenn fyri.
– Eg haldi at vit áttu at fingið eina fólkaatkvøðu um hesar spurningarnar.
– So kundu føroya fólk sloppið at sagt sína hugsan á eini fólkaatkvøðu, sum viðgjørdu øll málini, sum tey sum siga seg berjast fyri teimum samkyndu stríðast fyri.
– Fólkaatkvøðan skuldi tikið støðu til um broytingin í revsilógini um kynsliga orientering skal fremjast, um tey samkyndu skulu kunna gifast í kirkju, um tey samkyndu skulu sleppa at ættleiða børn og um tey samkyndu skulu kunna fáa ísáðing!
– Hettar eru alt mál, sum hesir aktivistarnir berjast fyri og so kundu vit á hesi fólkaatkvøðuni fingið at vita hvat føroyingar hugsað um hetta.
Óli Breckman roknaði annars við at sum støðan var í løtuni vóru 17 tingmenn ímóti lógini og hann vantaði ikki at tingviðgerin fór at broyta nakað.




