Aðalfundurin hjá Føroya Fólkaháskúlafelag verður á Grækarismessu, leygarkvøldið 12.mars, kl.19.30. Aðalfundurin verður hildin á Háskúlanum. Fundarskráin er sambært viðtøkum felagsins.
Tíðindaskriv frá nevndini í Føroya Fólkaháskúlafelag:
Aðalfundurin hjá Føroya Fólkaháskúlafelag verður á Grækarismessu, leygarkvøldið 12.mars, kl.19.30. Aðalfundurin verður hildin á Háskúlanum. Fundarskráin er sambært viðtøkum felagsins.
Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingur, heldur røðu við heitinum Háskúlaumhvørvið hevur nógv at bjóða.
Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen syngja, og felagssangur er eisini á skránni.
Háskúlin bjóðar drýl við rullupylsu og ein drekkamunn.
Fjølbroytt virksemi
Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað 28. juli 1912 við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.
Líka síðani stovnandi aðalfundin hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á Háskúlanum ólavsøkuaftan. Harumframt hevur felagið veitt næmingum fíggjarligan stuðul eftir tørvi, stuðlað skúlanum fíggjarliga og givið út árbøkur.
Háskúlafelagið hevur skipað fyri ymiskum tiltøkum, og ætlanin er, at felagið eisini frameftir verður ein virkin partur av samlaða virkseminum á Háskúlanum.
Takk fyri stuðul
Háskúlafelagið takkar øllum hjartaliga fyri allan stuðulin, sum hevur verið latin Háskúlanum hetta farna árið. Hesin stuðul ger, at tað í heyst bar til at skifta tekju og at bjálva í fýra bygningum. Í ár verða vindeygu á einum av bygningunum eisini skift.
Háskúlafelagið takkar einstaklingum, vinnulívinum og feløgum, tí einans við stuðli og vælvilja kunnu hesar umvælingarnar gerast.
Vónandi møta nógv fund á aðalfundinum.
Vegna fyrireikararnar,
Nevndin í Føroya Fólkaháskúlafelag




