Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Fólkaháskúlafelag – ólavsøkufundir í 104 ár

Føroya Fólkaháskúlafelag

Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanum eftir kappróðurin 28. juli. Fundurin er klokkan 17.30.

Í ár er tað Anna Malan Jógvansdóttir, sum heldur røðu. Anna Malan, sum er fødd í 1995, er úr Nólsoy. Í 2015 gav hon yrkingasavnið Undirfloyma út. Anna Malan var á háskúlaskeiði á heysti 2015, og nú er hon komin inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn, har hon byrjar eftir summarfrítíðina.

Eisini verður felagssangur og føroyskur dansur. Harumframt verður ein biti at fáa.

Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað 28. juli 1912 við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

Síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912 hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan, og soleiðis verður sjálvandi eisini í ár.

Fólkafundurin er almennur, og Háskúlafelagið vónar at síggja nógv fólk.

Vinaliga

Nevndin fyri Føroya Fólkaháskúlafelag