Eingin ólavsøka uttan fólkafundin á Háskúlanum, sum í ár verður hildin fyri 103. ferð. Sum altíð er fundurin eftir kappróðurin 28. juli, og tað er listakvinnan Hansina Iversen, ið heldur røðuna.
Lekin millum teori og praksis
Seinastu tíðina hava vit hoyrt um ringa standin, sum bygningarnir á Háskúlanum eru í. Sum tað fyrsta skal nýtt tak leggjast á, og háskúlin skal útvega ein triðing av metta kostnaðinum fyri nýtt tak, einar 900 túsund krónur. Hetta eru nógvir pengar, sum allar góðar kreftir nú arbeiða við at útvega.
Tað er sjálvandi harmiligt, at tað skuldi koma so vítt, men bygningarnir skulu umvælast, og frameftir mugu vit syrgja fyri, at okkara vakri og neyðugi háskúli ikki aftur kemur í eina so ólukkuliga og óvirðiliga støðu. Hetta kann millum annað gerast við at syrgja fyri hægri politiskari raðfesting.
Livandið orðið
Tað eru í ár 116 ár síðani, at Føroya Fólkaháskúli varð stovnaður. Háskúlin hevur havt stóran týdning fyri fólkaliga samleikan í Føroyum og livir enn sum eitt týðandi tilboð í dagsins fjølmentan.
Hugskotið um fólkaháskúlan er danskt. Í eini uppgerð við tann elitera skúlaskapin ynskti danski presturin Grundtvig í 1830-árunum at stovna ein háskúla fyri ungdómin. Háskúlin skuldi ganga tørvinum á fólkaligari upplýsing á møti, ein tørvur, sum kom í kjalarvørrinum á fyrsta demokratiseringsrákinum í Danmark.
Grundtvig var av teirri fatan, at um fólkið skuldi taka lut í landsins leiðslu, var neyðugt við betri upplýsing enn henni, sum fekst í barnaskúlanum. Í staðin fyri bókina og uttanatslæruna legði Grundtvig dent á tað livandi orðið. Grundtvig vildi skapa ‘ein skúla fyri lívið’, har allar stættir í samfelagnum kundu hittast. Hesar hugsanir um ein frían undirvísingarhátt spjaddu seg, og fyrstu háskúlarnir sóu dagsins ljós um miðju 19. øld, í Danmark og í hinum Norðurlondunum.
Føroya Fólkaháskúli
Stórur áhugi var fyri háskúlarørsluni í Føroyum, haðani eisini nógv ung ferðaðust til Danmarkar fyri at sleppa á háskúla.
Og seinast í 19. øld bar so til at fara á háskúla í Føroyum. Tað vóru 27 ára gamli Símun av Skarði og 28 ára gamli Rasmus Rasmussen, sum í 1899 kundu bjóða føroyskum ungdómi á háskúlaskeið í egnum landi. Tá kundu ung í Føroyum fara á háskúla og fyri fyrstu ferð í lívinum fáa undirvísing á føroyskum í søgu, kristni, landalæru, og í náttúrufakum. Fimleikur var eisini á tímatalvuni, tí saman við andanum skuldi likamið røkjast. Við framtíðar vinnuligum virksemi og inntøku fyri eyga varð undirvíst í meira praktiskum fakum, sum fyri genturnar var at læra at seyma og fyri dreingirnar at læra smíð.
Eisini á Føroya Fólkaháskúla var livandi orðið, her á føroyskum, høvuðsamboðið í virkseminum. Um tað mundið vóru næstan ongar bøkur á føroyskum.
Føroya Fólkaháskúlafelag 103 ár
Fyrstu næmingarnir á skúlanum sóu, hvussu fátækslig korini vóru, og longu í 1902 vóru hugskot frammi um at stovna eitt næmingafelag, sum skuldi hava til endamáls at stuðla skúlanum. Ólavsøkuaftan 1912 varð Føroya Fólkaháskúlafelag stovnað við umleið 100 limum.
Líka síðani stovnandi aðalfundin hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan. Harumframt hevur felagið veitt næmingum, sum høvdu tørv á tí, fíggjarligan stuðul, stuðlað skúlanum fíggjarliga og givið út árbøkur.
Í dag arbeiða vit saman við stýrinum og skúlanum við at útvega fígging til umvælingarnar, og annars við at stuðla í mun til tað nógva virksemið, sum er á hugnaliga og livandi háskúlanum í Hornabø.
Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Føroya Háskúlafelag




