Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya handarbeiðsskúli hevur opið hús tunnilsdagin

Jóhann Lützen

Føroya handarbeiðsskúli, sum heldur til í gomlu Heygabúðini á Heygavegi 23, hevur opið hús tunnilsdagin fra kl. 11:00 til 18:00.

Høvi verður at síggja skúlan, sum bjóðar ymiskar handaligar lærugreinir. Eisini verður ymiskt at síggja, sum er gjørt á onkrum av skeiðunum.

Føroya Handarbeiðsskúli hevur eina fjølbroytta skrá við ymiskum evnum innan handarbeiði. Kvinnur úr øllum landinum luttaka á skeiðum skúlans. Undirvíst verður m.a. í Brodering, tøving, garving, endurnýtslu, maskinbinding, dupultbindin og glaslist og øðrum. Hetta er eitt gott høvi at heilsa upp á lærarar og verða kunnað um skeið í komandi tíð.

Paulina M. K. Eliasen, sum er ein av lærarunum á handarbeiðssúlanum, fer at sýna fram prøvar úr bókini “Brodering til føroyska tjóðbúnan 2”.

Kaffi og okkurt søtt fæst eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin!