Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya løgmaður setur Atlantic Fair kl. 10:30

John William Joensen

Nú klokkan 10 lata dyrnarn upp fyri almenninginum til størstu altjóða Atlantic Fair messuna í Klaksvík, har 190 føroyskir og útlendskir framsýnarar fara at sýna fram tað nýggjasta og tað besta sum vinnan kann bjóða.

Kl. 10:30 fer Aksel V. Jóhannesen at seta Atlantic Fair og síðani vitjar løgmaður framsýningarnar, sum eru í og kring báðar ítróttarhallirnar í Klaksvík.

Atlantic Fair er ein messa har øll eru vælkomin og har øll kunnu fáa eina góða uppliving.

Atlantic Fair er opið frá kl. 10 – 17 týsdagin, mikudagin  og hósdagin frá kl. 10 til 16.

Hotel Hafnia bjóðar til sjálvtøkuborð íroknað sodavatn og kaffe/te í Skálanum frá kl. 11:30 til 14-30 týsdagin, mikudagin og hósdagin. Harafturat hevur Hafnia eina cafe við lættari rættum og ymiskum góðum at drekka í Høll D allar dagarnar frá kl. 10-17.

 

Fyrilestur kl. 15:00:  ”Vinnan skal trívast í Klaksvíkar Kommunu”

– Trivnaðurin í Klaksvíkar Kommunu byggir í stóran mun á herarnar hjá teimum framskygdu vinnulívsfólkunum, sum hava verið í kommununi. Seinastu nógv árini hevur kommunan so vítt gjørligt roynt at vera ein aktivur viðleikari við at skapa hóskandi karmar. Hetta er eisini málið í framtíðini. Eirikir í Jákupstovu, Vinnu- og mentanarstjóri hevur fyrsta fyrilesturin á Atlantic Fair 

 

Fyrilestur kl. 16:00: ”Hví ikki byggja skip í Føroyum við føroyskum fyritøkum”

– Seinastu árini hava okkara grannalond bygt ein hóp av skipum. – Komandi árini skulu føroyingar hava fleiri nýggj skip. Hvørjir møguleikar og forðingar eru fyri at hesi verða smíðað í Føroyum av føroyskum fyritøkum?

– Frimodt Rasmussen og Sofus Gregersen, Klaksvíkar Sleipistøð hava fyrilestur.