Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya mál á manna tungu – eisini í elektroniska samskiftinum

Gunvør Balle, tingkvinna

Tað sigst, at aðru hvørja viku doyr eitt av heimsins 6-7000 tungumálum. Tí krevir tað áhaldandi fokus og raðfestingar at halda eitt lítið mál livandi. Tað eru kanska eini 70.000 fólk í øllum heiminum, íð tosa føroyskt og tí mugu vit gera okkum púra greitt, at tað fer altíð at kosta at hava sítt egna mál.

Tað sigst, at aðru hvørja viku doyr eitt av heimsins 6-7000tungumálum. Tí krevir tað áhaldandi fokus og raðfestingar at halda eitt lítiðmál livandi. Tað eru kanska eini 70.000 fólk í øllum heiminum, íð tosa føroysktog tí mugu vit gera okkum púra greitt, at tað fer altíð at kosta at hava síttegna mál.

Føroyska málið er undir støðugum trýsti so hvørt nýggj øki koma inn áokkum, sum bara eru á útlendskum máli. Tað verður ikki bíligari at menna mál okkaravið tíðini, nú allir hugsandi miðlar og tøkni eru vorðin hvørs barns ogn og allurheimurin dagliga trínur inn í stovur okkara. Um vit ikki ásanna hetta,verður føroyskt mál, sum bara røkkur í fortíð og ikki framtíð.

Føroysk børn og ung brúka ein stóran part av degnum – bæði í skúlaog frítíð –  á fartelefonini ellaframmanfyri teldu, teldli og sjónvarpi. Fullkomiliga eins og javnaldrar teirraí restini av vesturheiminum. Tað merkir, at ein stórur partur av tí tey lesa hvønneinasta dag, er á útlendskum máli. Øll forrit, sum td windows, skype,first-class, youtube, telduspøl, teksturin á fartelefonini, undirteksturin tilfilmar osfr osfr – alt er á enskum ella donskum. Tey lesa snøgt ikki síttmóðurmál á nøkrum á teimum pallum, tey dagliga ferðast á. Samstundis er ávíst,at tað er ungdómurin – meira enn nakar annar aldursbólkur – sum leggur grundinaundir framtíðar málbroytingar.

Hetta má merkja eina fremmandgerð til móðurmálið og verrimálførleika sum heild. Pisa-úrslitið talaði sítt týðiliga mál og nógvarkanningar hava víst, at stavsetingin er ikki í lagi.

Tað er vónleyst at knarra um støðugt versnandi málburðin, at teyungu nýta ov nógva tíð frammanfyri hesu nýggju tøknini og at tey ikki lesaskaldsøgur longur. Uppgávan hjá myndugleikanum er at finna nýggjar vegir atstimbra tey ungu til at lesa føroyskt. Hetta eiga vit at gera tey støð, har teyungu ferðast. Og hetta kann gerast í stigum, eftir einari miðvísarilangtíðarætlan.

Eitt tað fyrsta átakið eigur at vera at fáa føroyskt inn í fartelefoninar.Tá vit keypa nýggja fartelefon, skal møguleiki vera fyri at velja føroysktnýtaramót og føroyskar stavir, eins og føroyskar orðabøkur liggja inni í telefonunum,sum stuðla stavsetingini og lættir um sms-ingina.

Næsta átakið eigur at vera, at teksta fleiri barna ogungdómsfilmar til føroyskt. Góður føroyskur undirtekstur á góðum filmum fær ungsum gomul at lesa tað, ið svarar til fleiri tíggjutals skaldsøgur. Málsligiíblásturin kann sostatt koma frá undirtekstum til filmar heldur enn skaldsøgumhjá teimum, ið ikki tíma at lesa skaldsøgur. At týða nógv meira nútímans barna-og ungdóms tilfar í Sjónvarpi Føroya er sjálvsagt eisini ein avgerandiraðfesting í hesum átaki.

Triðja átakið kann vera at hugsavna seg um tey støðini á netinum,har tað lætt ber til at týða forrit til føroyskt.

Tað er altavgerandi at her verður talan um serstaka játtan, iðkann skipast tvørtur um ár. Nám eigur at hava avgerandi samskipandi leiklut íslíkum arbeiði og somuleiðis er Týðaragrunnurin eitt týdningarmikið amboð fyriat røkka málinum. Týðaragrunnurin eigur at loysast frá Mentanargrunninum, ogfáa serstaka og økta játtan og reglugerðin eigur at enduskoðast. Tað skal beratil, at søkja um stuðul til starvsløn til at týða ymiskt tilfar til føroyskt.Eitt nú barnafilmar og ymisk forrit sum Skype, Facebook, First Class,fartlf-mál, Windows osfr. Flestu av hesum forritum hava latið upp fyri, at tilber at týða til alskins mál og onkur av hesum forritum eru lutvíst týdd tilføroyskt. Men sum er, er hetta øki heilt óskipað og tað sæst eisini mangan ágóðskuni á týðingini. Eitt dømi er ófulfíggjaða føroyska týðingin av Facebook.Tað eru mong fólk við vitan um tann tøkniliga partin, sum hava áhuga fyri attýða hesi forrit, men tørvur er á at skipa umstøðurnar rundan umtýðara-arbeiðið. Tvs at krøv skulu setast til at týðingin fer fram saman viðmálkønum fólki, at orðabøkur- ella listar verða gjørdir og dagførdir og lønkann latast fyri arbeiðið, ið er gjørt.

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um, at landsstýrið setir skjøtilá arbeiðið, at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonirog teldur. Hetta var eitt av tilmælunum frá Málstevnunevndini, sum landsstýriðsmbrt samgonguskjalinum eisini sigur seg ætla at fremja. Orðaskiftið við 1.viðgerð vísti ein rættiliga positivan hugburð frá øllum flokkum til hetta mál. Spurninguriner so, um gerð verður løgd handan tey føgru orðini.

 

22. februar

Gunvør Balle, tingkvinna

 

Harleyfacadeacryl