Føroya Sjómannadagur, sum í ár hevur tíggju ár á bakið, fer í ár at boða frá stórum broytingum. Leygardagin var nevndin fyri sjómannadagin á fundi og var avgerð tikin um at gera broytingar í samband við vatnkríggið. Sjómannadagarnir verða í Klaksvík frá 18. til 23. august.

Tað verða fleiri nýggj tiltøk á Føroya Sjómannadegi sum í ár hevur tíggju ár á bakið. Eisini verða fleiri broytingar gjørdar sum verða lýstar seinri.
Vatnkríggið
Fríggjadagin 22. august verður eins og undanfarin ár skipað fyri stórari fiskikapping á Kósabrúnni. Vanligt hevur verið at so skjótt sum fiskikappingin er liðugt var farið umborð á línuskip og útróðrarbátar og síðan siglt út í Kalsoyarfjørð at kasta fløskupostar.
Nevndin fyri Føroya Sjómannadag hevur tikið avgerð um at í ár verður farið beinleiðis frá fiskikappingini á Kósabrúnni til vatnkríggj inni á Vánni. Eisini verður skipað fyri vatnkríggið fyri smærri børn á landið.
Tað er ætlanin at børn kunnu sleppa ein túr við báti at kasta út fløskupost leygardagin 23. august.
Meira verður at frætta seinri.