Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Føroya Sjómannadagur heiðrar Frithjofi Joensen, sála, á 100 ára degnum

Oliver Joensen

Í vikuni vóru vit tríggir mans ein sílatúr á Víkarvatni. Komnir oman aftur til Haldórsvíkar, kundu vit ikki annað enn fara yvir at minnisvarðanum, ið stendur við Øskheygg.

Hetta er ein sera annarleiðis minnisvarði, ið ber navnið “Ævinleikin”. Her hvølva nakrir bogar, helst sum umboða aldubrot ella líknandi og inni undir melur jørðin í klingur.

Minnisvarðin bleiv settur her í 1983, og tað er Frithjof Joensen, sáli, ið hevur gjørt minnisvarðan, sum stendur at minna okkum á  tey, sum í Haldórsvík, Langasandi, Saksun og Tjørnuvík hava latið lív í vanlukkum á sjógvi og á landi.

Minnast Frithjof

3. september í ár, er 100 ára føðingardagur Frithjofs. Í hesum sambandi fer Føroya Sjómanndagur at seta upp eina standmynd, ið er framleidd av einum uppskoti, ið Frithjof gjørdi til eina standmynd, sum í dag stendur í eini føroyskari bygd, tó ikki í Haldórsvík.

Gongst sum ætlað, verður minnisvarðin settur upp 3. september í ár.