Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur í regni og góðveðri

Oliver Joensen

 Leygardagin á Sjómannadegnum royndist veðrið ikki eins væl og fríggjadagin. Hóast leygarmorgunin byrjaðið við oysandi regni, so var veðrið gott meginpartin av seinnapartinum og regnið sum mentist aftur seint seinnapartin órógvaði ikki so nógv, so alt í alt fingu vit ein fínan leygardag.

Tað gekst eisini væl hjá fyrireikarunum at halda skránna og tíðirnar og tænastan var framúr. Gitt verður dúgliga um, hvussu nógv fólk vitjaðu, men tað er ilt at siga, tí í veruleikanum eru fá parametur, ið kunnu brúkast. Tó okkurt er sum líkist, men tað fáa vit ikki endaliga greiðu á fyrr enn seinni.

Her nakrar myndir frá degnum, og ætlanin er at leggja enn fleiri út.